MÓTTØKA
At Jákup Sólstein hevur neglt sítt navn í føroyska fiskivinnusøgu, var stórfingnað móttøkan í Klaksvík í kantinuni á Kósavirkinum seinasta fríggjadag eitt týðiligt prógv um. Hann er nú farin um tey sjeyti og mynstrar av sum skrivstovumaður hjá JFK-Troli, har hann hevur verið í starvi í meiri enn eina hálva øld.
Nógv fólk úr ymiskum heraðshornum innan føroyska fiskivinnu, vinnulív og eisini innan politisku skipanina heilsaðu Jákupi Sólstein, og fleiri nýttu eisini høvi at bera fram heilsan.
Maðurin, sum hevur verið í starvi hjá JFK-Troli øll hesi ár, er serliga kendur um landið fyri tey árini, hann var formaður í Føroya Reiðarafelag og soleiðis stóð í andglettinum, sum fremsta umboð fyri føroysku reiðararnar.
Óli Jacobsen, sum var formaður í Fiskimannafelagnum øll árini, meðan Jákup Sólstein var formaður í Reiðarafelagnum, helt eina skemtiliga røðu og vísti á, at hóast teir báðir høvdu verið í mongum hørðum leiki, kennast teir í dag sum vinir.
Sjálvur segði Jákup Sólstein eisini nøkur orð við móttøkuna og helt fyri, at hann altíð hevði fingið góðan uppbakning frá konu síni í tí, hann hevði fingist við. Men hóast allan hendan stuðul, hon hevði veitt manni sínum, noyddist hann sjálvur einaferð at langa nevan í borðið, sum hann tók til.
.- Tað var, tá konan kom og fortaldi mær, at hon nú var vorðin nevndarlimur í arbeiðskvinnufelagnum. Tá mátti eg langa nevan í borðið, segði Jákup Sólstein.
Men Jákup hevur ikki bara fingist við skrivstovuhald og verið aktivur í fakfelagsvirksemi.
Í mong ár hevur hann eisini verið virkin í Klaksvíkar Hornorkestri.
Tá móttøkan fyri Jákupi Sólstein í kantinuni á Kósavirkinum leið móti endanum, kom Klaksvíkar Hornorkestur og setti sín serstaka dám á endan av hesi løtu, sum bæði var væl møtt og í allar mátar væl eydnað.