Tann ógvusligi sólstormurin í morgun hevur millum annað órógvað fleiri fylgisveinar, sum veðurstovurnar brúka, og hann hevur eisini havt við sær, at flogfeløg og elveitingarfeløg hava sett alla tilbúgving í verk, um tað skuldi hent, at sólstormurin ávirkar teirra elektronisku útgerð.
Sólstormurin hevur eisini ávirkað altjóða rúmdarstøðina, sum er serliga hótt, tí hon fær ikki verju frá atmosferuni.
-Rúmdarmenninir umborð á altjóða rúmdarstøðini hava leitað sær skjól í einum serligum verndarrúmi á støðini, sigur astrofysikarin Anja Andersen á Niels Bohr-stovninum við danska kringvarpið.
Hon sigur, at flestu fylgisveinar hava ein verjuskjøldur, sum teir kunnu snara ímóti sólstorminum og soleiðis verja ta elektronisku útgerðina.