Søla
Fjarðafestivalurin var ikki bert tónleikur, sum ein rættur festivalur hevði Fjarðafestivalurin ymiskar búðir, ætlanin var upprunaliga, at økið frammanfyri Kelduna skuldi vera søluøki burturav. Men av tí at veðrið gjørdist, sum tað varð, so varð alt handilsvirksemið flutt inn í Kelduna, og tann ætlaði talent-pallurin varð avlýstur. Eisini gekk hetta útyvir festivalbúffarnar hjá Hotel Norð, ið vóru avlýstir vegna veður, tað bar illa til at grilla teir inni, og hugsingur var ikki um, at gera nakað tílíkt uttandura.
Hinar búðirnar vóru, eftir eitt væleydnað hóskvøld í tjaldinum fluttar inn. Í sølusalinum kundi man t..d. klippa sær, ella vitja Gjamma, ið selur alt innan kristiligan tónleik, millum annað útgávur hjá luttakandi bólkum.Til bar eisini at keypa sær eina nýggja troyggju ella skóleistar frá Tøting, ella okkurt av hinum, ið ymisku búðirnar høvdu at bjóða.
Nógva regnið leygardagin gjørdi tó, at ein vøra var nógv tann mest populera, tað vóru regnskjólini, ið tíanverri dekan ov tíðliga vórðu útseld.