Atlantsflog bjóðar viðskiftafólki sínum eina nýggja bonusskipan, tað sonevnda Súlukortið. Skipanin gevur rætt til ymsar virðislønir alt eftir, hvussu ofta verður ferðast.
Kappingin um ferðafólkini á loftleiðunum til og úr Føroyum harðnar. Bara nakrar fáar dagar eftir, at Maersk Air kom við einari serstakari bonusskipan á Føroyarutuni, boðar Atlantsflog frá, at felagið eisini hevur eina skipan, sum líkist hinari rættiliga nógv.
Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi, váttar, at tilboðið frá kappinganeytanum er atvoldin til, at hendan skipanin kemur beint nú.
?Vit høvdu nú ikki sett hetta sum tað sentrala kappingarpunktið, sigur Magni Arge. Vit hava heldur hug at kappast á øðrum økjum so sum fráferðum til tíðina, hægri tænastu umborð á flogførunum og slíkum, sum kemur ferðafólkunum til góðar.
Men ein slík skipan hevur ikki ligið teimum so øgiliga fjar, og tí bar eisini til at svara rættiliga skjótt aftur, sigur stjórin á Atlantsflogi. Skipanin er ikki so øgiliga ólíkt teirri EuroBonus skipanini sum galdandi hevur verið, og framvegis er í gildi, vísir hann á.
?Men tað man vera eindømi í europeiskari flogsøgu, at tvær so líkar bonusskipanir eru galdandi á somu fráferðum, sum vit síggja tað her, heldur Magni Arge.
Skipanin virkar soleiðis, at tá ferðafólkini veðra innskrivað í Vágum, fáa tey eitt sonenvt súlustempul á eitt súlukort, sum tey hava fingið frá ferðaskrivstovuni, ið seldi teimum feðraseðilin. Eisini kann kortið fáast á skrivstovuni hjá Atlantsflogi á flogvøllinum, greiðir Magni Arge frá.
Tilboðið er bert galdandi fyri fólk, sum eru myndug. Tað vil siga, at børn og ung undir 18 ár hava ikki møguleika at savna sær súlukort.
Heldur ikki er tilboðið gladandi fyri sponsorfeðrir og aðrar ferðaseðlar, sum ikki eru keyptir fyri galdandi listaprís. Kortini er tað ikki so, at um tú hevur vunnið ein ferðaseðil á bingo ella lutaseðli, at tú ikki fært súlustempul. Er seðilin goldin av tí, sum vinningin letur, hevur hann somu rættindi, sum aðrir feðraseðlar.
?Men beinleiðis sponsoreraðar ferðir sum eitt nú ferðaseðlarnir hjá fótbóltslandsliðnum, telja ikki við, staðfestir stjórin á Atlantsflogi.
Hóast súlukortið er persónligt, ber til at flyta vinningarnar ímillum fólk i sama húsi. Hevur eit nú maðurin savnað sær fimm súlukort, ber til hjá konuni at nýta vinningin, sum tá er ein ókeypis feðaseðil aftur og fram við Atlantsflogi, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi.
Vinningarnir kunnu heintast hjá Atlantsflogi í Gøroyum, sigur Magni Arge.