Sølustevna í Ítróttarhøllini á Skála

Um vikuskiftið skipað tey fýra ítróttar- og ungmannafeløgini á Skála og á Strondum fyri árligu SøluRásini, sum seinastu árini hevur verið væl vitjað, bæði av framsýnarum og av gestum.

Leygardagin og sunnudagin verður Ítróttarhøllin á Skála karmur um árligu SøluRásina, sum ítróttar- og unmannafeløgini á Skála og á Strondum skipa fyri.
Tað eru tey fýra feløgini, Stranda Ítróttarfelag, Skála Ítróttarfelag, Skála Róðrarfelag og Strálan, sum skipað fyri stevnuni, sum tey hava gjørt tey seinastu fýra árini. Peningurin, sum kemur inn, fer til rakstur av feløgunum.
Endamálið við hesari sølustevnuni er at geva framsýnarunum høvið til at koma tættari viðskifta-fólkunum nú jólini nærkast, og ikki kann sigast annað enn, at undirtøkan millum framsýnararnar er góð. Fleiri enn tríati básar vera og vørur av nærum øllum slagi vera at fáa til keyps.
Seinastu trý árini hevur undirtøkan frá teimum vitjandi eisini verið framúr góð, og fyrireikararnir vóna, at undirtøkan verður eins góð í ár. Tey trý undanfarnu árini hava fleiri enn eitt túsund fólk verið inni á gólvinum.
Nú skal tað heila ikki bara snúgva seg um at selja og tí hava fyrireikararnir aftur í ár skipað fyri ymsum tiltøkum. Leygardagin kl. 16.00 fer Magni Christiansen at framføra nakra sangir og klokkan 19.00 verður fara gandakallar á pallin at vísa síni kynstur saman við klovnum og búktalarum. Klokkan níggju leygarkvøldið fara Jónsvein og Birgir at framføra nakrar sangir og klokkan 21.30 verður drigið millum tey seldu atgongumerkini.
Sunnudagin kl. 16.00 fara Angela og Hannibal at undirhalda og kl. 19.00 fer Absalon Áargarð á pallin við sínum dukkudreingjum. Klokkan 21.00 sunnukvøldið fara Jens Marni og Kim at undihalda og tað er tað seinasta sum er á skránni áðrenn farið verður at draga millum seldu atgongumerkini sunnudagin, og áðrenn drigið verður um høvuðsvinningin.
Eingin sølustevna er uttan mótasýningar og soleiðis er heldur ikki í hesum føri. Tvær mótasýningar vera leygar-dagin og tvær vera sunnudagin. Tann fyrra verður klokkan 18.00 og hin seinna klokkan 20.00.
Stevnan verður sett leygardagin klokkan 15.30 og í ár verður tað Richard Johansen, skúlastjóri á Strondum, sum setur stevnuna.

Skráin
Leygardagin 2. november
Kl. 15.00SøluRásin 2002 letur upp.
Kl. 15.30Richard Johansen, skúlastjóri á Strondum, setur stevnuna.
Kl. 16.00Magni Christiansen syngur á pallinum.
Kl. 18.00Mótasýning
Kl. 19.00Gandakallar, klovnar og búktalari framføra á pallinum.
Kl. 20.00Mótasýning.
Kl. 21.00Jónsvein og Birgir syngja á pallinum.
Kl. 21.30Drigið verður millum seldu atgongumerkini.
Kl. 22.00SøluRásin letur aftur

Sunnudagin 3. november
Kl. 15.00SøluRásin letur upp.
Kl. 16.00Angela og Hannibal undirhalda á pallinum.
Kl. 17.00Mótasýning.
Kl. 17.30Vørutombola í bygdasalinum.
Kl. 19.00Absalon og dreingirnir framføra á pallinum.
Kl. 20.00Mótasýning.
Kl. 21.00Jens Marni og Kim syngja og framføra á pallinum.
Kl. 21.30Drigið verður millum seldu atgongumerkini og aftaná verður høvuðsvinningurin drigin.
Kl. 21.45SøluRásin 2002 letur aftur.