Sølutorgið letur upp leygardagin

Tað hevur tikið drúgva tíð, men nú lata sølubásarnir í Vágsbotni alment upp

Fyrsta stigið at hugna um í Vágsbotni er nú tikið.

Nýggju sølubásarnir til fugl og fisk verða alment tiknir í nýtslu leygardagin, men longu fríggjadagin verður skipað fyri onkrum tiltaki í sambandi við, at sølubásarnir nú eru lidnir.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur áður sagt, at hugnast skal um í Vágsbotni, millum annað við at seta borð, stólar og benkur upp við økið, har standmyndin av Nólsoyar Páll. Somuleiðis er eisini ætlanin at gera eitt torg millum Miðlahúsið og Gamla Reinsarí.

Borgarstjórin hevur fyrr víst á, at endalig støða um hetta verður tikin, tá sølubásarnir í Vágsbotni standa lidnir. Og tað gera teir alment leygardagin.