Víkingur skal í kvøld spæla seinna dystin í 1. umfari í Champions League móti HJK Helsinki. Finska meistaraliðið vann fyrra dystin 2-1, eftir at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum. Gunnar Vatnhamar gav víkingunum ein vón undan seinna dystinum, tá hann minkaði um munin.
- Vit hava ikki hvat taktikfund enn, men tað verður spennandi, tí allar mans eru tøkir og venjingin bendir á, at onkrar broytingar verða, sigur Sølvi Vatnhamar við heimasíðuna hjá felagnum.
HJK Helsinki er stórfavorittur at vinna dystin í kvøld. Ein sigur til finska liðið gevur pengarnar 1.18 ferðirnar aftur, meðan javnleikur gevur pengarnar 9 ferðirnar aftur. Veddingarfyritøkurnar vænta als ikki ein sigur til Víking, tí tað gevur pengarnar 21 ferðir aftur.
- Vit ætla, at dysturin skal líkjast meiri seinna hálvleiki enn fyrra hálvleiki frá fyrra dystinum. Teir sleppa ov lætt úr trýstinum í fyrra hálvleiki, meðan vit í seinna hálvleiki fáa trýst teir út á síðurnar og vunnið bóltin, sigur Sølvi Vatnhamar.
Víkingur hevur Andreas Lava Olsen tøkan aftur, eftir at hann sat uttanfyri í fyrra dystinum við leikbanni. Dysturin millum HJK Helsinki og Víking byrjar klokkan 17. Beinleiðis frásøgn verður á In.fo.