TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við landsliðsspælaran hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar aftaná 2-2 javnleikin ímóti KÍ á heimavølli í Sarpugerði í Norðragøtu.
Sølvi Vatnhamar iðrar seg um bæði málini, sum KÍ fekk, sum hann heldur verða vánaligt verjuspæl hjá Víkingi. Hann staðfestir eisini, at teir í Víkingi fóru eftir einum sigri, men sæð í ljósinum av, at Víkingur bjargaði sær eitt stig í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat er javnleikur eitt liviligt úrslit.
- Tað er, ið hvussu er týdningarmikið, at KÍ ikki vinnur á okkum í dag. Sølvi Vatnhamar er eisini fegin um, at gongdin har Víkingur eru ósigraðir á heimavølli heldur fram.