Almenn móttka var á Hotel Hafnia mánadagin 24. september í sambandi við at Jón Kragesteen fer úr starvi og Sølvi Reinert Hansen hevur tikið við stjórastarvinum á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.?
Umframt nýggja og fráfarandi stjóran og formannin í Ferðslutrygd hildu eisini hesir røðu undir móttøkuni: Petur J. Sigvardsen, fyrrverandi formaður og heiðurslimur í Ferðslutrygd, Jón Klein Olsen frá politinum, og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður.
Sølvi Reinert Hansen er 36 ára gamal. Hann hevur lisið søgu og danskt og hevur haraftrat undirvíst í miðnámsskúla, har hann samstundis var lestrarvegleiðari. Seinastu fimm árini hevur Sølvi Reinert Hansen verið ítróttaráðgevi hjá ÍSF.
Sølvi Reinert Hansen hevur síðan hálvan august arbeitt saman við fráfarandi stjóranum, Jón Kragesteen.
Tað er starvsnevndin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum hevur sett Sølva Reinert Hansen sum stjóra. Formaður í RFF er Høgni í Stórustovu.
mg