info
Ongi úrslit

Sølvi var aftur avgerandi

Landsliðsspælarin skoraði einasta málið við brotssparki, tá ið Víkingur vann seg í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið

Jóannes Hansen
25. november 2020 kl. 19:01
Fyrsta liðið, sum um vikuskiftið skal spæla hálvfinalu í kappingini um løgmanssteypið er funnið. Tað er Víkingur, sum í kvøld á heimavøllinum í Sarpugerði vann 1-0 ímóti TB. Talan var um javna og tætta uppgerð. Einasta málið skoraði landsliðsspælarin Sølvi Vatnhamar við brotssparki fimm minuttir undan leikloki. Jákup Johansen fór um koll, og brotsspark varð dømt ímóti Rógva Joensen. Eiler Rasmussen bríkslaði fyri brotssparki, men tvøramenn vóru øgiliga misnøgdir við brotssparksdómin. Tað vístu teir, áðrenn Sølvi skoraði, og tað vístu teir dómaranum, tá ið hann hevði bríkslað av og dysturin var liðugur. Sølvi Vatnhamar hevur níggju ferðir higartil í ár roynt seg við brotssparki, og hann hevur allar ferðirnar sett bóltin í málið. Talan var ikki um so nógvar upplagdar málmøguleikar. Flestu royndirnar hjá TB hevði Mark Kongstedt, sum ta einu ferðina sendi bóltin í tvørtræið aftanfyri Elias Fagrá. Víkingur skal í hálvfinaluni spæla ímóti vinnaranum av dystinum millum B36 og AB. Tann dysturin verður í Sarpugerði. Víkingur – TB 1-0 (0-0) Dómari: Eiler Rasmussen 1-0: Sølvi Vatnhamar br 85. Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Noah Mneney, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Olaf Bárðarson (Andreas Lava Olsen, 69.), Geza David Turi, Arnbjørn Svensson, Jákup Johansen – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen Gult kort: Noah Mneney Venjari: Jóhan Petur Poulsen TB: Frederik Mehder – Jens Erik Bruhn, Aron Sørensen, Ndende Adama Guéye, Samudeen Musah – Dánjal Godtfred, Rógvi Joensen – Andreas Midjord, Mark Kongstedt, Einar Thorsteinsson – Filip Obadovic Gult kort: Rógvi Joensen, Mark Kongstedt, Filip Obadovic, Andreas Midjord Venjari: Michael Winter

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Larmandi skut­ar­ar ó­rógv­aðu náttar­friðin í Runavík

11 minuttir síðan
Tíðindi

Kaleb – nýggj skaldsøga

14 minuttir síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Ara vann fyrsta sigurin síðani 4. juli

53 minuttir síðan
Tíðindi

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

1 tími síðan
Tíðindi

Talskvinna hjá Trump gevst eftir fáum døgum

1 tími síðan
Hondbóltur

Rúnar Hammer var toppskjútti tá Stoholm vann fyrsta sigurin

2 tímar síðan
Tíðindi

Heysthugni og óvænt­aðar tón­leika­upp­liv­ingar í Havn

3 tímar síðan
Hondbóltur

Ajax tapti fyri Roskilde í toppuppgerðini

3 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir taptu annan dystin á rað

9 tímar síðan
Hondbóltur

Valur og Stjarnan vunnu

10 tímar síðan
Fótbóltur

ÍBV megnaði ikki at tryggja sær bronsuna í kvøld

10 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Adrian mundi fingið skaða av grovari takkling

11 tímar síðan