Sølvi: Vit eru har sum vit ætla at verða

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr eisini match-vinnaran hjá Víkingi greiða frá sigursmálinum ímóti HB í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við match-vinnaran hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar aftaná 1-0 sigurin hjá Víkingi ímóti HB í Sarpugerði í dag.

 

Sølvi Vatnhamar er glóðheitur, sum málskjútti hjá Víkingi fyri tíðina, og í samrøðuni greiðir hann eisini frá rimmar skotinum, har hann fyrst tamdi bóltin væl, áðrenn hann setti hann stongina og inn til 1-0 sigursmálið til Víking.

 

Sølvi Vatnhamar heldur, at teir í Víkingi eru har, sum teir skulu verða, og teir eru komnir í eina góða gongd, og eru við at stabilisera seg, og tað boðar frá góðum til seinnu hálvu í landskappingini.