Sólvit Simonsen 70

Mikudagin 22. oktober fyllir Sólvit Simonsen á Sandi 70 ár

Sólvit er føddur og uppvaksin á Sandi. Hann fór sum ungur til skips, bert 14 ára gamal í 1947.
Hann tók skiparaprógv í 1954 og longdina í 1956. Eina tíð arbeiddi hann við at leggja SEV linjur av Skarvanesi til Dals. Hann var stjóri á Bilstøðuni á Sandi frá 1971-79 og skipari á Sildberanum frá 1979 til 2000.
Í 1957 giftist hann við Elinborg Hentze av Sandi, tey eiga børnini:
Unn Petersen, 1956, Emy Niclasen, 1958, Evald Sólvitson, 1960, og Sigrid Nolsøe, 1963. Umframt børnini eiga tey 11 ommu- og abbabørn og 6 langommu- og langabbabørn.
Elinborg og Sólvit hava havt matvøruhandil á Sandi síðan 1986. Tey hava
umboð fyri Restorffs Bryggjarí í Sandoynni, selja fóður fyri MBM og
salta seyðaskinn fyri alla Sandoynna.
Sólvit var í nevndini í ungmannafelagnum,Virkinum, frá 1970-85, har hann var formaður frá 1975-85. Hann var við til at stovna dansifelagi, Leikum Fagurt, og er hann í nevndini enn. Eisini hevur hann verið í nevndini í Sands fornminnisfelag, sat í Sands kommunu frá 1996-2000. Hann er formaður í ferðaráðnum í Sandoyar sýslu.
Hann hevur havt ruskinnsavningna á Sandi um hendi í umleið 25 ár, hann gavst fyri umleið tveimum árum síðan.
Sólvit hevur skrivað nógv lesarabrøv helst um viðiskiftir í Sandoynni, og er hann íðin viðhaldsmaður hjá B71. Hann fæst nú mest við at hjálpa konuni at handla, so hevur hann eisini heimaseyð og dunnur.