Sámal Blak á Býarbókasavninum

Í morgin leygardagin 15. oktober klokkan 13 letur fjórða framsýningin hjá Listafelagnum í sambandi við 70 ára dagin upp á Býarbókasavninum í Havn. Tað er Sámal Blak, sum sýnir fram. Til ferniseringina spælir Kvonn. Við á framsýningini eru eitt nú oljumálningar og vatnlitsmyndir.

Listafelag Føroya vísir í tíðindaskrivi á, at listamaðurin Sámal Blak er føddur í 1983 í Tórshavn. Hann býr í Onglandi. ??Sámal Blak er scenografur og sniðgevur bæði pallmyndir og búnar eina mest til opera og sjónleik.

- Hann arbeiðir við verkætlanum í altjóða høpi og hevur útbúgving frá Central Saint Martins College of Art and Design, London á linjuni Design for Performance. Eftir lokna útbúgving vann hann í 2009 viðurkenda Linbury Prize fyri pallmyndir til operuna Othello eftir Verdi.

Lagt verður aftrat, at Sámal málar, teknar og myndhøggur eisini, og hann hevur havt fleiri listaframsýningar, bæði í Føroyum og uttanlands. Hann fekk í 2007 gávugóðs úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum fyri ung listarfólk.

Hetta er fjórða av teimum fimm framsýningunum í ár, sum Listafelag Føroya skipar fyri í sambandið við, at tað eru 70 ár, síðani felagið varð stovnað. Talan er um fimm einframsýningar, sum byrja í Havn og fara til Klaksvíkar og Tvøroyrar.

- Til tess at gera vart við virksemið hjá felagnum hesi mongu ár og gera tað á ein hátt, sum er til frama fyri list og listaáhugað í landinum, verða framsýningarnar um alt landið, sigur Listafelag Føroya í tíðindaskrivinum.

Býarbókasavnið í Havn fegnast um at hava fingið heiðurin at hýsa listaframsýningini hjá Sámali Blak.