Sámal Erik: Vit flyta ikki niður

AB tapti í kvøld 3-2 fyri NSÍ, sum fekk avgerandi málið í evstu løtu. Á Argjum eru tey serliga ónøgd við brotssparkið, sum NSÍ fekk stutt eftir at AB hevði lagt seg á odda í seinna hálvleiki.

 

- 22 spælarar halda ikki tað er brotsspark, men tað ger dómarin, sigur Sámal Erik Hentze, sum als ikki er samdur við dømingini hjá dómaranum, tá hann seint í seinna hálvleiki bríkslaði fyri brotssparki til NSÍ.

 

Eitt stórt korter fyri tíð var AB á odda 2-1, men við brotssparkið javnaði NSÍ bara fáa minuttir seinni. Brotssparkið fekk øði í argjamenn, sum ikki vóru samdir við dómaranum, tá hann metti, at Árni Frederiksberg bleiv rendur um koll í brotsteiginum.

 

- Eg kann ikki brúka tað til nakað. Vit mugu bara kempa víðari. Tað eru 63 stig eftir at spæla um. Vit flyta ikki niður í ár, sigur Sámal Erik Hentze at enda.

 

Samrøðan við Sámal Erik Hentze kann hoyrast undir greinini.