Sámal Jákup 70

Tann 11. desember í 1950 fingu Dusina og Godtfred Joensen í Miðvági ein son, sum fekk navnið Sámal Jákup. Hann vaks upp í bestu hvalvág í Føroyum. Har var sandur at spæla á. Leiðin at fiska síl á Leitisvatni var stutt. Har var hann tíðum við tráðu og oddi, og ikki um at tala í báti, tí tá kom altíð nógv burturúr.

 

Farin úr fólkaskúlanum gekk hann á skúla í Danmark. Komin aftur  starvaðist hann hjá pápanum, sum hevði handil og var  annars uppi í so nógvum í Miðvági, var eisini útgerðarmaður, so Sámal Jákup var eisini onkran túr við Lækkakletti.  Tað var kortini ikki á sjónum at lívsleið hansara kom at liggja, tað var tíðliga at tað vísti seg, at honum dámdi væl at selja.

Við  vinnulívsroyndunum úr Miðvági, gekk leiðin til Havnar. Hann fekk starv á Føroya Fiskasølu.  Fiskasølan var tá, við Birgir Danielsen á odda, ein krumtappur í føroyska samfelagnum. Har fall hann væl til, ikki minst tá hann fekk við skipabyggingina í Póllandi, sum tá var,  at gera.  Tað at Fiskasølan eisini eina tíð fór at menna liðugar fiskarættir, dámdi honum væl. Frá Fiskasøluni fór hann á Fiskirannsóknarstovuni.

Tað sum kortini dró mest, var at verða sjálvstøðugur vinnurekandi, og tað hevur hann verið meginpartin av lívinum. Hann hevur umboða og selt alt frá  skifertøkum – ein arvur frá abbanum Bónda Heina í Miðvági, til  alifóður og tey seinastu árini hevur hann fingist við shipping og at selja bátar.

Tað eru tey, sum lata seg fjøtra fíggjarliga av tí, sum tey fáast við. Tað kann ikki sigast um Sámal Jákup. Fjøtraður hevur hann ongantíð verði, Tað sum hann hevur fingist við hevur verið partur av hansara lívsstíl, har tað eisini ræður um at hava  gott og hugnaligt saman við góðum fólki  –  eisini við viðskiftafólkunum. Báðir partar skulu kenna, at at teir hava fingið tað burturúr, sum teir vildu og tað man hava eydnast fyri tað mesta.

##med2##

Sámal Jákup hevur eisini til tíðir duga at slept takinum og fara aðrar leiðir.  Hann tók sær t.d.  stundir at fara á kokkaskúla í Klaksvík - hevur eisini siglt sum kokkur. Helst hevur hetta havt sín  uppruna í hansara áhuga fyri mati, ikki bert sum eitt framleitt produkt, men eisini av gastronomiskum áhugamálum. Tosar tú við Sámal Jákup t.d. um at steikja fisk, ressast hann í sessinum; ” Veistsjiii, skal eg siga tær tað.. Tú skalt standa uppi yvir honum, so hann far akkurát  nógv mikið,  um hann skal smakka væl,  heldur  eitt sindur ov líti enn for nógv.” Hann kann ikki torga ov nógv stoktan ella brendan fisk.

  Kjøtpylsan sum hann ger, ber av øllum. Tað sama kann sigast um ta turru grindina og tað vælskorna spikið – og so eldhugan, sum hann leggur í tilgerðina av eitt nú havhestum og haru, tað ger í sjálvum sær at tað fer at smakka væl.

Sámal Jákup er limur í Lions, har hann eisini hevur verið forseti. Lions í Havn plagar,ta tann tíðin er, t vitja Lions í Suðuroy, tá er visnaður náti altíð á matlepanum. Hesi delikatessu lovprísar hann til skíggja og ikki minst tí stóra gestablídninum har suðuri, sum honum altíð er fyri.

Fimmarin í grannalagnum hevur nú mong ár á baki har menn hittast skiftivís hjá hvørjum øðrum hvønn fríggjadag og  njóta gott øl  eitt glas við onkrum góðum, antin tað so er Dr. Nielsen ella Einarsa Bitter Úrvalið á borðinum er altíð væl umhugsað hjá øllum og okkurt nýtt øl verður javnan roynt, men okkurt gongur aftur.

Tað er ikki hvønn dag, at tað verður drukkið Gin & Tonic, men til serlig høvi, serliga tá i korrespondentur í Shanghei er heima. Gin & Tonic fekk sín serliga kultiska status á miklu kanningarferðini hjá Fimmaranum í Shanghei í 2015, tá fleiri teirra, sum á ferðini vóru, fingu seymað nýggjan klædning – onkur heilar tríggjar, fyri bíligan pening.

 Á hotellinum var happy hour hvønn dag. Har fullu allir fyri Gin & Tonic. Tá tímin var komin, syrgdu  barrvørðirnir fyri at var nóg mikið av bæði góðum ginni og góðum tonici til føroysku gestirnar, tí teir vóru fegnir um hesa forkunnugu vitjan av fólki, sum eisini seldu teimum so frálíkan laks.. Síðani tá hevur ein Gin & Tonic hevja seg upp á eitt hægri spirituelt støði, sum bert Fimmarar hava skil fyri.

Nú sonurin hevur yvirtikið  virkið, er Sámal Jákup, inn í millum, vorðin hýruvognssjaførur á høgum stigi. Tí tað er, sum um tey ferðafólk, sum koma til landið og ynskja ein guided tour, av sær sjálvum finna bilin hjá Sámal Jákupi. Hann dugir sostatt eisini at selja landið í smáum betri enn tey flestu á sín sjarmerandi hátt, so hann verður biðin aftur.

Sámal Jákup giftist Ingu, ið er ættað úr Sørvági. At hann fekk hana, tað metir  hann at vera tað størsta kubbið í lívinum, sum hann hevur gjørt. Helst hevur hon verið skorað á baksetrinum á einum bili, har tíðarinnar tónleikur dundi so lystiliga í hátalaranum á kraftblokkinum mikla. Annað var jú úr Miðvági og hitt úr Sørvági, so tað er sannlíkt.

Tey giftust og settu búgv á trøðni hjá Zakarisi hjá Bøkjaranum í 1974, abba Ingu, uppi á Ternuryggi. Har liva tey teirra traðarlív lív við rossum, seyðum og gæsnum.

Sjálvt um Sámal Jákup ikki hevur vakstrarlagi á einum jokey, so dámar honum sera væl at ríða. Júst, ein av vinmonnunum hjá Sámal Jákup, helt einaferð fyri, at hesturin hjá Sámal Jákup altíð fekk sama stúrandi  eygnabrá og suffaði, sum Jolly Jumper,  hesturin hjá Lucky Looke, tá Sámal Jákup setti seg í saðilin. Men ross hansara hava borið hann virðiliga. Hann bjargaði eisini einum teirra, sum var dottið í eitt nýgrivið hol á trøðni. Bjargingarroyndin kom sum breaking news í sjónvarpinum.

Inga og Sámal Jákup eiga tveir synir, báðir væl giftir, annar er tannlækni og hin er shippingmaður. Abba- og ommubørnini eru 5.

Tað er hugnaligt hjá okkum, sum búgva í grannalagnum, at eygleiða Sámal Jákup í ketildrakt góðar dagar, tá hann gongur uttanfyri hjá teimum við kusti og spulislangu. Tað skal sigast honum til rós, at hann spular ikki bert fyri egnum durum, men ger eisini sína samfelagsskyldu, tí hann spular altíð til allar seinast fyrimyndarliga busskýlið, sum stendur framman fyri húsunum, tað bæði  innaní og uttaná.

Hann er eisini javnan at síggja í Yndi. Har venur hann ikki bert vøddarnar, men, sum ta hugfarsliga menniskja hann er, so sparir hann heldur ikki at venja mussaskøði í kaffiklivanum eftir venjing í hugnaligari samveru saman við teimum sum drekka kaffi. Tað er eitt fornoyilsi at hoyra tann vakra vágaklangin í rødd hansara, tá hann prátar. Miðvingurin í honum fornoktar seg ikki.

Góði Sámal Jákup. Vit hava havt mangar góðar løtur og vónandi fáa vit mangar góðar fríggjadagar afturat saman, har vit kunnu seta orð á nógv viðurskifi í samfelagnum, uttan altíð at vera samdir.

Vit  í Fimmaranum ynskja tær hjartaliga til lukku við teimum sjeyti.

 

5-ari.