Hann var borin í heim í Klaksvík 2. desember 1934, sonur Oluffu, f. Ziska, og Jógvan Ziska Dahl, bæði úr Klaksvík.
Pápin fórst undir krígnum við "Ekliptiku", helst á Sandoyarbankanum. So Sámal Júst kom at vaksa upp hjá mammuni saman við systkjunum Hermani og Karin Mariu ovast í Kirkjubrekkuni.
Her tróð hann barnasporini bæði tá tátt og tá kavi var og varð longu góður skídrongur í stórkavanum, sum kom á kyndilsmessu í 1947.
Samstundis gjørdist hann skóti í Skótaliði Nólsoyar Pálls, skótaliðnum hjá Roberti Joensen o.ø. Og tað var skjótt, at hann varð patruljuleiðari har og inti eitt valaverk innan fyri skótarørsluna, fyrst í kjallaranum í Fimleikarhøllini og frá 1950 í nýggju Uppistovu.
Seinni var hann við í Santa Jørundsgildi, felag av eldri skótum sum m.a. við risabingospølum í KÍ-høllini var við at leggja fíggjarligar karmar um nýggju skótahúsini.
Hann tók realprógv í Klaksvík í 1951 og arbeiddi so heima, til hann fór á læraraskúla í Haslev og tók prógv í 1957. Tá gingu eisini so mætir menn har sum Hilmar Bech, Jaspur í Rituvík, Eilif Samuelsen og Eldbjørn Joensen.
Sámal Júst gjørdist lærari við Klaksvíkar skúla og undirvísti í at kalla øllum vanligum lærugreinum. Hann var m.a. matematikari, fimur sum ein selur á sundi, urguleikari, sangari o.m.a., og tá skúlin varð sundurbýttur í 1979, kom hann oman í Ósáskúlan og spældi á flyglið og sang morgunsang.
Tá teldan sá dagsins ljós, legði hann til brots og gjørdist kunnugur teldumaður og kundi greiða bæði lærarum og næmingum frá teldunnar ABC og víðari loyndarmálum.
Sámal Júst var á DLH árini 1974-76 í eftirútbúgving og seinna árið undirvísti hann eisini við skúlan í Bagsværd.
1986/87 var hann kst. varaskúlastjóri við skúlan við Ósánna. Hann fór frá fyri aldur í 1997.
Hann spældi fótbólt í KÍ bæði í 2. og 1. deild. Hann hevur mong ítriv, hevur sungið í kóri og var dyggur stuðul í Dansifelagnum, í Fornminnafelagnum, var m.a. í áttamannafarinum á Norðoyastevnu og er ein primus motor í Bridgefelagnum og rættuliga kringur í bridge.
Sámal Júst giftist 5. november 1961 við Astrid, f. Lydersen, av Grømmanum á Viðareiði, og tey eiga synirnar Jógvan Ziska, Heina og Bjarna og eiga fleiri abba- og ommubørn.
Tey búgva við Kráargøtu í nágrenni barnaheimi hennara, og har er hugnaligt at koma á gátt eins og at njóta teirra frálíka urtagarð, sum er snotuligur og altíð væl røktur. Ella tú kemur innar til teirra á Grømmanum á Viðareiði, har tey eisini hava hús, og har tey eisini hava seyð inni um vetrarnar í seyðahúsinum.
Sámal Júst hevur arbeitt á seglvirki, síðan hann gavst í skúlanum, og er á floti viðhvørt.
Hjartaliga tillukku Sámal Júst og blíðan byr.
Vinur