Sámal Petur aftur

Sámal Petur í Grund tók í gjár aftur sæti á tingi

Á tingfundinum í gjár tók Sámal Petur í Grund aftur sæti á tingi. Hann hevur havt farloyvi frá tingarbeiðinum síðani november.

Tingmaður Sjálvstýrisfloksins fekk brádliga blóðtøpp, tá hann í november var og skjeyt harur. Hann varð í skundi fluttur á Landssjúkrahúsið, men kom skjótt fyri seg aftur. Tó tók Sámal Petur í Grund farloyvi frá tingarbeiðinum eina tíð, meðan hann styrkti seg aftur.

Varamaður fyri Sámal Petur í Grund var Kári Højgaard.