Sámal Petur í Grund landsstýrismaður

Í gjár tók Sámal Petur í Gund við sum landsstýrismaður, eftir at Helena Dam á Neystabø mátti siga seg úr starvinum, tí løgfrøðisliga kanningin hjá Løgdeildini í Tinganesi vísti, at hon ikki hevði handfarið pensjónsmálið á rættan hátt.

 

Sámal Petur í Grund hevur fyrr verið landsstýrismaður. Tað var í samgonguni millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Verkamannafylkingina eftir valið í juli 1994, at hann gjørdist landsstýrismaður í m. a. samferðslu- og mentamálum.

Sámal Petur í Grund er 42 ára gamlal. Hann er sonur Mariu og Martin í Grund í Søldarfirði, og hann er útbúgvin elektromekanikari í 1980 og fiskiskipari í 1994. Hann starvaðist sum mekanikari á fabrikstrolara 1979-85, sum trúboðari frá 1986-91 og var sjómaður frá 1991-93.

Hann sat sum landsstýrismaður til desember 1997, tá Edmund Joensen, táverandi løgmaður koyrdi hann úr starvi vegna politiska ósemju.

Við seinasta løgtingsval 30. apríl 1998 varð Sámal Petur í Grund valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin í Eysturoyar valdømi, og nú hann tekur við sum landsstýrismaður, má hann sambært stýrisskipanarlógini leggja tingsessin frá sær. Í hansara stað á tingi kemur Kári P. Højgaard.

Nú Helena Dam á Neystabø er farin frá sum landsstýriskvinna, tekur hon aftur við starvinum sum løgtingskvinna, og tí má Jákup Sverri Kass víkja sæti á tingi.

Jákup Sverri Kass var bara 21 ára gamal, tá hann tók við sum tingmaður, og er hann helst yngsti maður, sum hevur havt fast sæti á tingi.

Sostatt er øll tingmanning Sjálvstýrisfloksins skift út vegna tess, at Helena Dam á Neystabø fór frá sum landsstýriskvinna.