Sámal Petur rýmir úr Sjálvstýrisflokkinum

PAKKAR SAMAN Eg ikki stoltur av tí, sum hendir í hesum døgum og tað havi eg nú tikið avleiðingarnar av, sigur Sámal Petur í Grund, sum var ein av fremstu stuðlunum hjá Sjálvstýrisflokkinum

- Eg vil ikki verða ein partur í tí, sum fer fram í Sjálvstýrisflokkinum í hesum døgum.
Tað staðfestir ein av fremstu stuðlunum hjá flokkinum í nógv ár, Sámal Petur í Grund.
Hann hevur umboðað Sjálvstýrisflokkin bæði í Løgtingi og í Landsstýri, eins og hann hevur verið floksformaður.
Men nú er hann so ónøgdur við tað, sum fer fram í flokkinum, at hann hevur tikið avleiðingarnar.
- Eg havi boðað flokkinum frá, at eg vil ikki vera limur í flokkinum longur og sostatt havi eg meldað meg úr Sjálvstýrisflokkinum, sigur hann.
Annars hevur hann fyri tíð síðani boðað frá, at hann ætlaði sær ikki at stilla upp til løgtingsvalið.

Alt lívið
Hann viðgongur, at hetta var eitt álvarsligt stig at taka, tí hann hevur verið limur í flokkinum alt sítt vaksna lív.
Eg varð limur í flokkinum seinast í sjeytiárunum og havi sostatt verið limur í yvir 30 ár.
Sámal í Grund sigur, at hesa seinastu tíðina hevur hann ikki kent seg heima í flokkinum.
- Eg vil ikki kennast við tað, sum fer fram í flokkinum í hesum døgum, sigur hann.
Hann hugsar um ta ósemju, sum hevur valdað innanfloks, men hann vil ikki nágreina hetta.
- Men nú alt er vorðið til eitt eljustríð, havi eg gjørt av bara at pakka saman.

Tveir formenn
Nú situr hann bara uttanfyri og eygleiðis støðuna.
- Men sum eygleiðari heldur hann, at eitt stríð í einum flokki er altíð keðiligt og tað serstakliga keðiligt, tá ið eitt stríð sum hetta er mitt í einum valstríði.
Sámal Petur í Grund heldur, at tað er eisini stak óheppið at býta valstríðið í tvey og at føra valstríð undir tveimum ymiskum formonnum, har ein formaður stendur á odda fyri tí fyrra partinum, men har ein nýggjur formaður skal taka við, akkurát tá ið valstríðið tað kemur í hæddina.
Hevði tað so eftir tímum tykki verið rættari at havt formansvalið leygardagin, sum ætlað?
- Antin tað – ella at bundið frið til valið var av, sigur Sámal Petur í Grund.
Hann sigur, at fyribils hevur hann bara tikið avgerð um at melda seg úr Sjálvstýrisflokkinum.
Men um hann kortini fer at atkvøða fyri honum á valdegnum, hevur hann ikki tikið støðu til.
Fyribils havi eg meldað meg úr Sjálvstýrisflokkinum. Hvat síðani hendir, havi eg ikki tikið støðu til, sigur hann.

Sjálvstýrisfólk leypa fyri borð
Sjálvstýrisflokkurin, sum var ein lítil flokkur, er nú í vanda fyri at verða upp aftur minni.
Á síðu seks í blaðnum í dag, vita vit at siga, at eina av heilt góðu, gomlu stuðlunum hjá flokkinum, Sámal Petur í Grund, hevur meldað seg úr flokkinum.
Men nú kunnugerð Erhard Jacobsen, sum er limur í landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkinum, at eisini hann hevur meldað seg úr, eftir at hava verið virkin í flokkinum í 25 ár.
Men neyðstøðan hjá flokkinum endar ikki her.
Rúna Sivertsen, sum eisini hevur verið ein av fremstu vælevnum, sigur við Sosialin, at hon kann ikki samstarva við floksleiðsluna, sum nú er.
Hon hevur ikki hug at útgreina hetta, men hon stendur fast við, at tað er neyðugt at fáa nýggja floksleiðslu.
Kristina Toftegaard Larsen, sum somuleiðis er eitt av fremstu valevnunum, sigur, at hon umhugsar støðuna í flokkinum, og um hon fer at stilla upp, sum støðan er nú, men enn hevur hon onga avgerð tikið, tí hon ætlar sær ikki at leypa framav.
Hon var eisini ein av teimum, sum høvdu kravt eykaaðalfund leygardagin, men nú hevur floksleiðslan gjørt av, at hann verður ikki fyrrenn 20. oktober.
Hetta er Kristina Toftegaard Larsen, serstakliga ónøgd við, men hon metir at tað stríðið er tapt.
Sjálvandi kann lógin tulkast, men at bíða við eykaaðalfundinum, er at seta fólkaræðið til viks, tá ið eitt krav frá so mongum limum ikki verður gingið á møti.
- Hetta sær ikki gott út og hetta hava okkara veljarar ikki uppiborði.
Í gjár skuldi Sjálvstýrisflokkurin hava fund fyri valevnunum, men vit sita, at tað vóru summi valevni, sum ikki møttu fyri at mótmæla støðuni.
Men nú er eisini meiri enn óvist um tað yvirhøvur verður nakar eykaaðalfundur tann 20. oktober.
Kári á Rógvi, floksformaður, mælir til, at onki hendir fyrrenn eftir valið, men at nýggjur formaður so verður valdur, tá ið tað er greitt, hvør verður valdur á ting.
Men hann stendur fast við, at sjálvur fer hann frá.

Vildu vera fyrst
Faldarin, sum Sjálvstýrisflokkurin gav út í gjár, er ikki ein faldari við okkara valevnum.
Tað sigur Kári á Rógvi, Floksformaður.
Tað leyp í eyguni á fólki, at Sjálvstýrisflokkurin gav ein faldara út mikukvøldið, har fleiri av valevnum floksins, ikki eru við.
Men Kári á Rógvi sigur, at hetta er ein faldari, sum tey gjørdu upp á beráð nakað síðani.
- Vit hava havt hann liggjandi, tí vit vildu vera fyrstur við einum faldara, tá ið valið varð útskrivað og myndirnar í honum skulu ikki takast sum um at hetta eru okkara valevni.
- Hetta eru mestsum stemningsmyndir, leggur hann afturat.
Hann sigur, at seinni verður ein faldari gjørdur afturat og har verða øll valevnini á, sigur Kári á Rógvi.

Tað ger einki
- Tað er ikki tí, at eg eri fornermað!
Kristianna Winter Poulsen, sum er ein av nýggju oddafólkunum í Sjálvstýrisflokkinum, ætlar sær framvegis at stilla upp til løgtingsvalið.
Tað vóru annars mong, sum undraðust, tá ið tey mikukvøldið fingu ein faldara frá Sjálvstýrisflokkinum.
Í faldarunum vóru myndir av valevnum, saman við eini valskrá í stuttum.
Men tað leyp í eyguni, at summi av fremstu valevnum floksins ikki vóru avmyndað í faldaranum.
Samstundis var mynd av øðrum valevnum, sum helst ikki fara at stilla upp.
Men Kristianna Winther Poulsen heldur ikki, at tað er forgjørt í tí, at mynd av henni ikki er í faldaranum.
- Eg kom upp í Sjálvstýrisflokkin í apríl og faldarin er eldri enn tað, sigur hon.
Men um tað er løgið at flokkurin sendur ein valfaldara út, har øll valevnini ikki eru við, hevur hon onga avgjørda meining um.
- Eg hevði onki havt ímóti at verið við, men faldarin er altso gjørdur, áðrenn eg kom upp í flokkin.

Skuldi bíða
Kristianna Winther Poulsen vildi annars verið ósemjuna, sum nú er í flokkinum, fyri uttan.
- Tað er óheppið at skifta formann mitt í valstríðnum.
Hin heldur, at nú eiga allar kreftir at verða brúktar upp á at fáa eitt gott val.
Tí heldur hon, at formansskifti skal ikki vera nú, men beint eftir løgtingsvalið, tí stríðið kann kosta flokkinum.
Sjálv er hon eisini nevnd sum eitt møguligt evni til floksformann.
- Tá ið eg nú havi bjóðað meg fram í politikki, er tað tí at eg eri til reiðar at farið allan vegin, skuldi tað komið hartil.
Tað merkir, at skuldi tað lagað seg so, at hon verður vald, og at heitt verður á hana um at taka ábyrgd fyri leiðslu Sjálvstýrisfloksins, hevði hon heldur ikki borið seg undan.
- Men tað verður undir ongum umstøðum fyrrenn eftir valið, leggur hon afturat.