Neyðrakett
Rok í Sjálvstýrisflokkinum, hjúnaskilnaður og eitt illa dámt landssjúkrahús teljast millum hendingar, sum vit fara at minnast Sámal Petur í Grund fyri, tá ið litið verður aftur á árið 2001.
Í øllum førum hildu lesararnir hjá Dimmalætting so mikið lítið um innsatsin hjá Sámal Petur í Grund hetta farna árið, at teir valdu at løna honum aftur við heiðurinum sum Ársins neyðrakett 2001.
?Árið 2001 er í øllum førum eitt ár, har tú hevur gjørt teg bemerktan. Lesararnir hjá okkum vóru eisini rættiliga samdir um, at tað skuldi vera tú, ið gjørdist ársins neyðrakett 2001 segði Georg L. Petersen millum annað, tá ið hann fríggjamorgunin kundi handað Sámal Peturi heiðursgáva í sambandi við, at hann fekk tilnevnt henda heilt serliga heiðurin. Talan var um eina mynd, sum Hannis Egholm hevur teknað, har Sámal Petur er ímyndin av einari neyðrakett. Dimmalætting hevur nú nøkur ár latið henda heiðurin til onkran, sum hevur gjørt serligt í einum ári, sum kanska ikki telist millum júst hepnastu hendingarnar í árinum.
Sjálvur helt Sámal Petur fyri, at hetta eigur at vera mett sum skemt, og sovorðið eigur ein at kunna taka.
Georg L. Petersen segði, at talan var met í ár, tí eingin hevði áður fingið so nógvar atkvøður sum Sámal Petur í Grund. 661 fólk høvdu valt at lata Dimmalætting ein seðil, har tey søgdu Sámal Petur í Grund vera Ársins neyðrakett. Tað skal eisini sigast, at tá vórðu ikki allar atkvøðurnar taldir við, tí hóast fleiri atkvøðuseðlar vórðu sendir 20. desember, so komu teir ikki vegin fram fyrr enn fríggjadagin.
?Hetta er størsta atkvøðutalið hjá Sjálvstýrisflokkinum í ár, og hetta hevði umleið verið nóg mikið til ein eykavaldan tingmann, segði Sámal skemtandi, tá ið hann fekk heiðurin handaðan.
Hann fekk eisini eina rakett sum gávu, men hetta við rakettini er nakað, sum ikki altíð spælir so væl av. Tá Torbjørn Jacobsen í fjør varð valdu Ársins neyðrakett, so endaði tað við, at hansara rakett sprongdist, tá ið hann skuldi sendi hana upp í luftina gamlaárskvøld, men henda skuldi verið í lagi, helt Georg L. Petersen fyri.
Sámal Petur metti rokið í Sjálvstýrisflokkinum vera orsøkina til, at hann fekk henda ivasama heiður.
Mentamálastýrið var á øðrum plássið, men vóru einar 400 atkvøður á muni millum Sámal Petur og stýrið hjá Óla Holm. Jørgen Niclasen fekk ?bert? 54 atkvøður á aftasta plássið, og kann rysta tilnevnanina av sær.
Sámal Petur sigur, at tekningin mestur fyrst sleppur upp at hanga í stovuni. Rakettin verður eftir ætlan skotin á nýggjárinum.