Símin Hansen hevur landsliðsstøðið

Stríðsviljin er fyrimyndarligur, hann er sera væl fyri kropsliga og dugir væl við bóltinum. Hann er millum fimm teir bestu leikararnar í Føroyum, metir fótbóltsviðmerkjarin.

 

- Trupulleikin er hansara sinnislag. Brian Kerr, landsliðsvenjari, veit helst, at mongu kortini, sum Símin Hansen hevur fingið, kunnu verða kostnaðarmikil á landsliðnum. Landsliðið hevur tað oftast sera torført, og føroyska landsliðið hevur ongan møguleika, um teir skulu spæla við 10 monnum. Men fótbóltsevnini hjá Símin Hansen røkka til føroyska landsliðsfótbólt, sigur Helgi L. Petersen í Sosialinum.

 

Símin Hansen hevur fingið seks gul kort og fýra reyð kort í hesum kappingarárinum.