Símin liðugur í B36

Eitt av meira undirhaldandi innsløgunum undir steypadystinum millum HB og EB/Streym var, tá áskoðararnir við vøllin gjørdust vitni til tað, sum varð rópt fyri fyrsti »streakarin« í føroyskum fótbólti.
Talan var um Símin Hansen, sum í ár hevur verið partur av Formula-hópinum hjá B36, men hóast fleiri hildu talan vera um stuttligt innslag í fram til tá málleysa dystinum, so fell hetta ikki í góða jørð í leiðsluni hjá árstalsfelagnum.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa váttan úr B36 fyri, um spælarin eftir hendingina er liðugur í B36. Einasta viðmerkingin, sum Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn, vildi gera til hendingina, var, at Símin helst ikki verður partur av hópinum, sum í morgin skal royna seg móti Fenerbache.
Tað ljóðar tó fyri vist, at Símin eftir hendingina ikki longur er partur av liðnum hjá B36, men at hann ístaðin fer at spæla við barndómsfelagnum, B71, tað, sum eftir er av kappingarárinum.