Landsfornfrøðingur
Arbeiðsviðurskiftini á Fornminnissavninum verða meiri og meiri forpestað.
Tann nýggjasti kapittulin í tragikomisku framhaldssøguni um Føroya Fornminnissavn, er, at Símun V. Arge, nú eisini hevur fingið ávaring frá landsfornfrøðinginum, Steffen Stumman Hansen.
Tað hevur prutlað undir lokinum á Fornminnissavninum líka frá fyrsta degi at Stffen Stumman Hansen varð settur í starv sum landsfornfrøðingur.
Men fyri eini viku kókaði grýtan yvir og tað endaði við at 13 av teimum fimtan starvsfólkunum á Fornminnissavninum, sendi mentamálaráðnum eina klagu um Landsfornfrøðingin.
Men Steffen Stumman Hansen svaraði straks aftur og klagaði gamla Landsfornfrøðingin, Arna Thorsteinsson, fyri mentamálaráðnum fyri at øsa starvsfólkið upp ímóti honum.
Men nú er Steffen Stumman Hansen farin eitt stig víðari. Tað hendi í síðstu viku, tá ið hann gav Símuni V. Arge, fornfrøðingi eina ávaring.
Tað var Símun V. Arge, sum starvsfólkið á fornminnissavninum vildi hava til landsfornfrøðing. Hann søkti starvið og setanarnevndin mælti einmælt til at seta hann í starvið.
Hann virkaði eisini sum landsfornfrøðingur, áðrenn starvið var sett.
Men tey, sum hava fylgt við, minnast, at Annlis Bjarkhamar, landsstýriskvinna í mentamálum, kortini setti Steffen Stumman Hansen í starvið.
Kennir seg hóttan
Steffen Stumman Hansen vil ikki geva viðmerkingar til innanhýsis viðurskifti á Fornminnissavninum.
Men Símun V. Arge váttar, at hann týsdagin fekk eina munnliga ávaring frá Steffen Stumman Hansen.
Hann sigur, at hann hevur eisini fingið at vita, at hann hellir seg kraftiga upp at eini skrivligari ávaring.
? Tá ið eg fekk tað munnligu ávaringina, fekk eg nevniliga samstundis at vita, at verður tað minsta afturat við mær, fái eg eina skrivliga ávaring.
Hann sigur, at tað er eitt rættiliga álvarsmál at fáa eina munnliga ávaring. Og hóttanin um eina skrivliga ávaring er ikki minni álvarsligt.
? Hetta er onki minni enn ein ávegir uppsøgn, leggur hann afturat og sostatt føli eg meg rættiliga hóttan í starvinum í løtuni, sigur Símun V Arge.
Hann sigur, at hann hevur sent málið til fakfelag sítt, sum er Magistarafelagið, og felagið arbeiðir nú víðari við tí.
Símun V. Arge hevur annars ongar viðmerkingar til viðurskiftini á Fornminnissavninum, soleiðis sum støðan á stovninum er nú.