Í dag, mikudagin 27. apríl, fyllir Símun av Skarði á Sandi 60 ár. Hann er skúlaleiðari í Skopun. Símun er sonur Paulinu f. Berg úr Sandvík og Jóhannes av Skarði úr Havn.
Hann tók læraraprógv á Emdrupborg Seminarium í 1970. Síðani starvaðist hann sum lærari á fleiri skúlum í Danmark í 9 ár, til hann kom heimaftur til Føroya og tók við lærarastarvi á Sandoyar Meginskúla, har hann eisini var fyribilssettur skúlastjóri 1995-97. Miðskeiðis í sekstiárunum var hann vikarur í Nunnuskúlanum.
Símun var á ársskeiði í føroyskum á Danmarks Lærerhøjskole 1970-71 og í sálarfrøði, námsfrøði, heimsspeki og hagfrøði 1973-75. Miðskeiðis í sjeytiárunum var hann ein av stigtakarunum til at stovna føroyska skúlan í Keypmannahavn.
Hann hevur týtt nógvar bøkur til føroyskt, sum m.a. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út.
Símun av Skarði er giftur við Súsan í Jákupsstovu.