Símun: Hevði eg keypt Adrian vunnu vit 3-2 (FM1)

(FM1) Hoyr annan av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen staðfesta uppibornan ósigur móti HB og Adrian Justinussen

##med2##

- Hevði eg keypt Adrian Justinussen, so høvdu vit vunnið 3-2. Hesa stuttligu hypotesuna bar annar av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen fram á FM1 aftaná 0-5 tapið hjá AB móti HB úti í Vika á Argjum,  men hann undirstrikaði, at tað er ikki nakað ein kann staðfesta soleiðis uttan víðari.

Símun Samuelsen viðgongur, at tað var tungt at vera skotin í sor millum 5. og 21. minutt í fyrra hálvleiki, tá Adrian Justinussen herjaði við sínum minniliga frísparks-hattrickið uppá bara átta minuttir. 

Um fyrstu tríggjar dystirnar kann Símun Samuelsen í mótgongdini gleðast um, at AB-liðið hevur hildið málið reint í fýra av seks hálvleikum, um ein ikki roknar málið B36 fekk í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat í undanfarna umfari.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge, reportari hjá FM1 gjørdi við Símun Samuelsen. 

HER  ber til at hoyra: 1) Hoyr norska TV2 seta orð á tey fýra málini hjá Adrian Justinussen. 2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá øllum fimm málunum. Rasmus Nolsøe var viðmerkjari. 3) Hoyr Rasmus Nolsøe taka samanum um ein ruddiliga uppibornan sigur til HB, og eitt ógloymandi avrik hjá Adrian Justinussen í fyrra hálvleiki. 4) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Adrian Justinussen. 5) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jens Bertil Askou. 

(Samrøða: Símun Samuelsen)