Símun Pætur 60 ár

Sunnudagin 13. januar verður Símun Pætur á Torkilsheyggi á Nesi í Eysturoy seksti. Hann hevur í mong ár verið trúboðari og eitt nú ein av ábyrgdarpersónunum fyri virkseminum í Zarapta í Vatns­oyrum.
Tað var á Torkilsheyggi, at vøggan stóð, har hevur Símun Pætur fyri tað mesta búð, tá ið hann hevur verið heima í Føroyum, og har býr hann framvegis.
Mamman, Olivia, var ætt­að úr Rituvík, og pápin, Kissa Thorkildshøj, var av Tor­kilsheyggi, har hann festi garðin eftir pápa sín Simon Thorkildshøj. Festið á Heyggi hoyrdi til prestagarðin á Nesi og varð nevnt náðisgarður, tí ein møgulig einkja eftir prest átti hetta til sítt lívsins uppihald. Umframt at sita við jørðini, so ansaði Kissa, eins og pápi hansara, vitan á Garðsenda.
Olivia og Kissa vóru væl­signað við sjey børnum – fyrst fimm gentur og síðani tveir dreingir: Bettemi, Tóra, Guðrun, Karin, Eydna, Símun Pætur og Leivur. Bettemi, Karin og Eydna búgva í Runavík, Tóra og Guðrun búgva á Toftum, og Símun Pætur og Leivur, sum nú situr við festinum, eru á Nesi.
Í 1977 giftist Símun Pætur Onnu fødd Rasmussen og ættað úr Runavík. Tey búgva í barnaheimi hansara, og tey eiga tríggjar dreingir: Rói, Kári og Levi. Rói og Arnvør búgva í Keypmannahavn. Kári og Hervør búgva á Glyvr­um, og Levi og Bodil búgva í Aarhus. Símun Pætur eigur tíggju abbabørn.
Blaðungur søkti Símun Pætur sjógvin. Hann var til skips, og í sjeyti árunum var hann eitt skifti kioskmaður umborð á Trónda.
Fleiri føroyingar høvdu verið á Moorlands bíbliu­skúl­­anum í Onglandi, og sein­ast í seksti árunum fór Símun Pætur niður hag­ar. Við bar­lastini hagani sam­an við kollføðingini úr heima­sam­kom­uni á Toftum, har pápin var sunnudagsskúlalærari í meiri enn ein mansaldur, var tað longu fyri meiri enn fjøruti árum síðani, at Símun Pætur fekk ábyrgd lagda á seg fyri leguarbeiðnum í Zarepta. Tey fyrstu árini var tað partar av tíðini og síðani fulla tíð og við høvuðsábyrgd saman við eitt nú Páll Poulsen og Poul Færø og seinni John í Skemmuni og øðrum.
Tey munnu vera ógvuliga mong kring landið, ið minnast aftur á legur í Vatnsoyrum, har Símun Pætur var ein av teimum, sum høvdu ábyrgd. Hann hevur serligt hegni at fáast við børn og ungfólk. Blídligur, fyrikomandi og frynt­ligur og samstundis bæði skemtingarsamur og ógvu­liga álvarssamur.
Húsini og umstøðurnar á leguøkinum í Vatnsoyrum eru síðani byrjanina í 1967 støðugt vaksin og ment. Við sínum frágera góða hegni at fáast við fólk hevur Símun Pætur átt týðandi lut í at fáa tingini at rigga, um tað so hevur verið í sambandi við bygging ella viðlíkahald.
Umframt at vitja kring landið so hevur arbeiðsøkið nógvu tey seinnu árini fyri tað mesta verið uttanfyri landoddarnar. Anna og Sím­un Pætur hava í longum skift­um verið í Kristnastovu í Keypmannahavn. Onkun­tíð hava tey loyst av á Malta í Hirtshals, og so hava tey verið við trúboð­ara­skip­um hjá altjóða trúboðanar­fe­lagsskapinum OM. Seinastu tvey tørnini vóru við Logos Hope, sum er fyrrverandi Norrøna.
Nú búgva Anna og Símun Pætur aftur á Nesi, og síðstu mánaðirnar hevur Símun Pætur aftur verið uppi í virk­seminum í Zarepta, um­framt at hann er virkin í samkomuarbeiðnum bæði á Toftum og í Berøa í Sal­tang­ará.
Góði Símun Pætur! Hjarta­liga til lukku á 60 ára føð­ingardegnum og takk fyri gott vinalag.
----
Jóannes Hansen