Liðið hjá Símuni Samuelsen vann 4-1 á ÍA í kvøld. Símun gjørdi fyrsta málið hjá Keflavík. Longu tá níggju minuttir vóru spældir hevði suðuroyingurin í Íslandi lagt Keflavík á odda, og í steðginum var støðan 2-0. Stutt eftir steðgin minkaði ÍA um munin, men innskifti Patrik Ted Redo gjørdi tvey mál seinasta korterið av dystinum. Símun Samuelsen spældi allan dystin sum álopssinnaður miðvallarleikari í vinstru. Við sigrinum í kvøld er Keflavík einans eitt stig aftanfyri oddaliðið FH. Tey bæði liðini hava spælt 15 dystir hvør. ÍA liggur undir niðurflytingarmarkinum og er næstniðast við sjey stigum. Tað er tvey fleiri HK, men seks færri enn Fylkir, sum liggur beint omanfyri markið.