Símun vann bilin í Gekkinum

Í Gekkaspælinum hjá Sjónvarpi Føroya hendan seinasta mánaðin var høvuðsvinningurin ein Daewoo Nubira frá P/F Esmar Simonsen á Kambsdali. Allir seðlar, ið vóru við frá 19. september til 17. oktober, vóru við í lutakastinum um bilin.

Vinnarin av bilinum var Símun Waag Høgnesen, fyrrverandi koyrilærari í Klaksvík. Vinnaraseðilin var frá 26. september og keyptur á posthúsinum í Klaksvík.
Mikudagin var bilurin handaður vinnaranum hjá P/F Esmar Simonsen á Kambsdali. Rudolf Joensen frá SVF handaði Daewoo bilin til Linu og Símun Waag Høgnesen.
Símun, sum í dag er 77 ára gamal, hevur havt koyrikort síðan hann var 18 ár. Hann var ein av teimum fyrstu í Føroyum, sum fekk prógv sum koyrilærari, hetta starv hevur hann røkt síðan 1965, og til hann legði frá sær vegna aldur. Símun hevur tó ikki heilt slept endanum, hann undirvísir t.d. næmingum sum skulu hava motorsúkklukoyrikort. Hann er tann einasti koyrilærarin í Klaksvík, sum kann undirvísa til motorsúkklukoyrikort.
Símun sigur, at tey høvdu ongar ætlanir um at keypa nakran nýggjan bil, men tað kemur sera væl við kunna koyra í einum nýggjum bili á gamalsaldrinum.