Símun var dagsins maður

Símun Samuelsen skoraði tvey av málunum, tá Keflavík við 3-1 heimasigri sendi oddaliðið úr steypakappingini.

Keflavík er einasta liðið, sum fyrr í summar hevur vunnið á FH, og fyri stuttum endaði tað javnt, tá liðini hittust í landskappingardysti. Í gjárskvøldið hittust liðini aftur. Føroyski landsliðsleikarin var sera eyðsýndur, og umframt bæði málini, átti hann stóran lut í fyrsta málinum. Tískil er Keflavík í hálvfinaluni.