Í gjár var Tórsgøta í Havn karmur tiltakið Slaktið, har sjóneykan varð sett á dýrabara tilfeingið, sum vit føroyingar fáa frá jørðini – bæði frá djórum, sum til dømis seyði og neytum, og grønmeti, sum til dømis rabarbum og rótum.
Á skránni vóru eitt nú smakkiroyndir, livandi kríatúr, ølsmakking, framsýningar av landbúnaðarmaskinum, ponyríðing og tónleikur. Eisini varð slaktað, har høvi var hjá fólki at síggja, hvussu tilfeingið verður fingið til vega.
##med2##
##med3##
##med4##
Til ber at síggja enn fleiri myndir við at trýsta á kassan niðanfyri:
##ms##