Sí myndirnar: Treylari rullaði nær við sethús

Sjónin í Søldarfirði er ógvuslig í kvøld.

Tað kundi endað heilt galið, tá ið tveir treylarar og ein persónbilur rendu saman í Søldarfirði fyrr í kvøld. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað, sum hendi var, at eini treylarin fór á skeivu breyt, har hann rakti bæði ein annan treylara og ein persónbil.

 

Hesin treylarin fór eisini á rull og steðgaði stutt frá einum sethúsum í Søldarfirði. Treylarin feldi trø og annað, sum var á leiðini, áðrenn hann at enda steðgaði skamt frá sethúsum. 

 

Hilmar Johannesen býr í Søldarfirði og tað var uttanfyri hús hansara, at treylarin steðgaði.  - Tað var eitt øgiligt buldur. Eg og konan stóðu í køkinum, tá ið tað hendi. Húsini skulvu øll sum tey vórðu. So sóu vit í vindeyganum, at tað kemur ein treylari við einum stórum kontainara á oman í móti okkum. Hann fer omanav vegnum beint omanfyri húsini. Vit hava nógv stór trøð, sum treylarin rakti og tá misti hann nakað av ferðini, sigur Hilmar Johannesen við Kringvarpið. 

 

Treylarin steðgaði fimm metrar frá húsunum hjá Hilmari Johannesen. Hon treylarin megnaði at koyra sjálvur frá staðnum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

 

Hesar myndirnar hevur Sigmar Mørkøre tikið.