Um tríggjar vikur verður Varmakeldustevna í Fuglafirði. Á hvørjum ári seinastu 30 árini hava fuglfirðingar skipað fyri málningaframsýning á heimligu stevnuni. Tann 30. framsýningin í røðini verður sum vera man eitt sindur øðrvísi enn tær undanfarnu. Framsýningin verður hesa ferð í fýra hølum, í fimleikarhøllini í skúlanum, í kjallaranum í kommunuskrivstovuni, í Piddasa handli ella Riberhús sum húsini eisini verða rópt, og í einum stórum bilhúsi hjá Sigurði Simonsen.
Framsýningin verður skipað soleiðis, at tey stóru verkini, serliga málningarnir verða at síggja í fimleikarhøllini, tekningar og minni myndir verða at síggja í kommunukjallaranum, tekstilmyndir í Piddasa handli, og annað í bilhúsinum hjá Sigurði Simonsen.
Freistin at vera við á framsýningini er úti 26. juni.
- Øll kunnu senda inn. Vit sensurera ikki, men tilskila okkum kortini rætt til at velja myndir út, um meiri kemur inn enn pláss er fyri, sigur Øssur Mohr, ið saman við Frits Johannesen fyrireikar framsýningina.
Tveir gestalistamenn verða við. Tað eru Kári Svensson úr Havn og Tummas Jákup Thomsen úr Gøtu.
Hallbjørg Hansen, bygdaráðsforkvinna í Fuglafirði, letur framsýningina upp tann 30. juni. Hvønn dag verða tónleikatiltøk á skránni. Bólkurin Aldubáran mannaður við yrkistónleikarum spælir. Dagin eftir tann 1. juli spæla Høgni og Bárður á Lakjuni klaver og tvørfloytu, og Hans Jákup Hansen, tónleikari og sjónleikari, hugleiðir um gamlar dagar. Fríggjadagin 2. juli, tá ið Varmakeldustevnan av álvara byrjar, syngur Fuglafjarðar Gentukór yngra, og Petur Martin Petersen, leiðari á kunningarstovuni í Fuglafirði, hugleiðir. Leygardagin syngur Fuglafjarðar Sangkór, og sunnudagin spælir ein strúkikvartett við Pól Øregaard, Sam Jacobsen, Jens Chr. Guttesen og Moniku Stauss Joensen.
Málningaframsýningin plagar at verða ógvuliga væl vitjað. Undanfarnu ár hava eini 600 fólk verið inni á gólvinum, serliga seinasta dagin á stevnuni. Í ár er framsýningin opin nakrar dagar longri, til tann 5. juli.