Í longri tíð hevur hegnsýnið í Sunda kommunu arbeitt við at skráseta, hvar bøgarðarnir í bygdunum eru, og hvør eigur at halda teir.
- Í dag varð komið so mikið væl áleiðis, at hegnsýnið fer at sýna garðarnar við teldli, vita tey í Sunda kommunu í dag at siga.
Av teimum 11 bygdunum í kommununi er bara Hósvík vetrarfriðað. Tískil er arbeiðið hjá hegnsýnisnevndini umfatandi.
- Vónandi fer nýggja tøknin at lætta um hetta arbeiðið, siga tey í Sunda kommunu, sum vísa á, at tað er fyritøkan Munin, sum hevur útvegað kommununi kort og forrit.
Innan heilt stutta tíð er ætlanin, at upplýsingar um, hvar bøgarðarnir eru, og hvør eigur at halda, skulu liggja tøkir hjá øllum at síggja á heimasíðuni hjá Sunda kommunu.