Súni aftur á vøllin

Uppstarturin í fótbólti gevur ofta yvirarbeiði til fysioterapeutarnar hjá teimum ymsu feløgunum, og AaB er einki undatak í so máta.

Fleiri leikarar blíva ofta moyrir, tá teir byrja aftur, og hetta kann føra skaðar við sær. Men hjá føroyingunum í felagnum sær endiliga gott út. Fyrst í nýggjá árinum fekk føroyski landsliðsleikarin, Jón Rói Jacobsen, tey góðu boðini, at hann aftur slapp at taka lut í venjingunum hjá besta liðnum í AaB eftir ein 8 mánaðar langan skaðasteðg. Eisini hin føroyingurin í AaB, Súni Olsen, hevur verið uttanfyri við skaða, men í gjár visti heimasíðan hjá AaB at siga, at Súni nú aftur er klárur at venja við besta liðnum.