Súni er Føroyameistari í Go Kart

Súni Egholm frá Mouritsens Bussum vann Føroyameistarakappingina í Go Kart fyri virkir, sum var leygardagin 27. juni.

Finalan í Føroyameistarakappingini í Go Kart fyri virkir var leygardagin 27. juni. Talan var um kappingina Føroya Tele Cup, sum var á parkeringsøkinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Kappingin byrjaði vikuskiftið 20.-21. juni og endaði leygardagin 27. juni.


Vinnari gjørdist Súni Egholm frá Mouritsens Bussum, nr. 2 varð Erling Dalsgaard frá felagnum DÍGJ og nr. 3 varð Heini Guttesen frá Autoservice.


Ferðasteyp varð latið til vinnandi fyritøkuna. Steypið kann einans ognast eftir at sama fyritøka hevur vunnið føroymeistaraheitið 3 ár á rað ella 5 ár samanlagt.


Kappingin varð skipað við einum innleiðandi umfari og síðan eini kapping um meistaraheitið.

Tað var motorsúkkluhandilin AD-Import í Havn, sum skipaði fyri kappingini. Sponsorar vóru Føroya Tele, Televarpið og Pizza 67.


Agnar Dahl frá AD-Import sigur, at kappingin fekk góða undirtøku, tilsamans vóru 120 luttakarar frá umleið 20 fyritøkum.