Málrevur
Størsta partin av árinum hevur tað annars verið Clayton Soares úr B71, sum hevur verið ovastur á máltindunum, men tann veruleikin stóð til at broyta. Við 14 málum í seinastu trimum dystunum setti Súni Fríði Barbá av álvara turbo á, og so fekk vandamikli brasiliumaðurin hjá sandoyingunum als ikki fylgt við.
Tað fingu liðfelagarnir í AB mest sum heldur ikki. Til samans skeyt AB í ár 55 mál í landskappingini, og ikki færri enn 31 av hesum vórðu altso signerað av Súna Fríða.
Hetta er annars ikki fyrsta ferðin, at Súni Fríði er besti málskjútti. Tvær ferðir hevur hann fingið gylta skógvin frá Thomas Dam Ítrótti, og tó at hesin ikki verður givin í aðru deild, so er neyvan nakar, sum kennir seg forsmáddan, um sagt verður, at AB hevur átt vandamesta áleyparan í deildini í ár.
Og hann verður so eisini við AB komandi ár. Tey boðini kundu lesast á heimasíðu felagsins sunnukvøldið, og so eru møguleikarnir væl ikki heilt eingir, tá tosast skal um sanníkindini fyri uppflyting.