Súni hevur brotið beinið

Eitt hendiligt óhapp undir venjing mánadagin hevur við sær, at tað verður ikki hugsingur um fótbólt hjá gøtumanninum hesu megin vetrarsteðgin

Skaði

Tað hevur annars gingið sum eftir ánni hjá Súna í seinastuni. Tilvenjingin í Aalborg hevur ikki gingið verri enn ilt, og seinastu nógvu vikurnar er hann vorðin ein alt meira týðandi partur av liðnum hjá AaB.
Men fyribils er tann týdningurin í øllum føurm minimeraður eina tíð, nú hann hevur brotið beinið.
- Hatta vóru øgiliga keðilig boð at fáa á sjúkrahúsinum. Men tað er ikki nógv, sum eg fái gjørt við tað, ljóðar tað úr telefonini í Aalborg.
Hvat hendi, tá tú fekst skaðan?
- Vit spældu dyst undir venjing, og sum so var talan um púrasta vandaleysa støðu. Ein í hinum partinum skal spæla bóltin, men beint áðrenn hann sparkar, prikið eg bóltin frá honum. Og so rakar hann beint í leggin á mær, greiðir Súni frá.

Missir heystið
At verða skaddur er væl altíð nakað, sum kemur illa við hjá einum fótbóltsspælara, men hjá Súna var hetta nærum tað ringasta, sum henda kundi júst nú.
- Hetta var ræðuliga keðiligt. Eg havi veruliga kent meg vera væl fyri seinastu vikurnar. Eg eri byrjaður inni fleiri ferðir, og bæði spælarar og venjari hava verið øgiliga positivir mótvegis mær. Og at fáa dystir sum til dømis tann móti Brøndby, er jú heilt fantastiskt.
- Nú er seks vikur eftir at spæla í tríggjar vikur, áðrenn farið verður undir vetrarsteðgin, og tí eri eg heilt vísur í, at eg eisini hevði fingið spælitíð í hesum. Men ístaðin kann eg so bara fara at fyrireika meg til jólagávukeypið. Stórt annað er ikki at gera í løtuni.
Hvussu langur verður steðgurin?
- Tað ganga so einar 4-6 vikur, áðrenn eg kann byrja at venja aftur, og tá er heystið so farið. Í løtuni siti eg bara heima, men tað verði eg nokk troyttur av í longdini. So eg fari nokk at ragga mær út til onkra venjing og soleiðis. Eisini fyri at hitta hinar spælararnar. Men stuttligt er tað so undir ongum umstøðum júst nú, staðfestir skotsterki gøtumaðurin at enda.