Tað hevur annars ljóðað, at tað skuldi vera ógvuliga ivasamt, um gøtumaðurin fór at koma fyri seg eftir skaðan, hann fekk í dystinum í móti EB/Streymi. Men nú sigur venjari hansara, Jógvan Martin Olsen, at teir í Víkingi rokna við Súna Olsen til steypafinaluna.
– Hann er byrjaður aftur at venja, so vit rokna við honum til steypafinaluna, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi.
Klárur til landsdyst
Súni Olsen hevur verið plágaður av bruna undir hælinum, og hevur tískil ikki spælt fótbólt seinastu tíðina. Men nú bendir alt á, at landsliðsleikarin kann spælt finaluna á ólavsøku.
Hetta kann eisini landsliðsvenjarin Brian Kerr fegnast um, tí landsliðið skal spæla ímóti Fraklandi 12. august. Harvið hevur Súni Olsen fingið nakað av dystarvenjing aftur, áðrenn stórdystin á Tórsvølli.