Súni leingir við AaB

Súni Olsen, sum í morgin skal dystast við italiumenn, hevur í dag longt sáttmálan við felag sítt AaB. Talan er um ein eittára sáttmála. Tað váttar Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Súna Olsen.

Formaðurin í GÍ, Andreas Poulsen, váttar somuleiðis, at Súni Olsen hevur fingið bjóðað nýggjan sáttmála frá Aab, og hevur tikið av.

Andreas Poulsen sigur, at tey eru errin av, at leikarin, sum er uppvaksin í GÍ, stendur seg so mikið væl í Danmark. Hann leggur eisini dent á, at teir eru sera fegnir um, at avtalan millum Súna Olsen og Aab, er komin upp á pláss áðrenn stóra landsdystin í morgin, soleiðis at Súni sleppur undan at hugsa um nakað annað, tá hann skal taka dystin upp við Andrea Pirlo, Gennaro Gattuso og hinar á italska liðnum.

 

Tá Súni Olsen og AaB skrivaðu undir sáttmála av fyrstan tíð innibar hetta, at um Aab ynskti at leingja sáttmálan við gøtumannin, so kom GÍ at merkja ágóðan av hesum. Andreas Poulsen ynskir tó ikki at upplýsa, hvussu nógvir pengar koma í kassan hjá GÍ, men sigur bara, at hann og tey í GÍ fegnast Súnasa vegna.