Tað var meðan føroyska landsliðið fyrst í hesum mánaðinum royndi seg á Svangaskarði, at Súni Olsen var á royndarvenjing hjá hollendska FC Zwolle, sum spælir í næstbestu hollendsku deildini.
Sum skiltist á Súna ta ferðina, so hevði tað gingist honum rættuliga væl, og sjálvur roknaði hann tá við, at onkur sáttmáli kundi spyrjast burturúr.
Dreymurin veruleiki
Hetta tykist nú at vera veruleiki, og við hesum er ein partur av dreyminum hjá unga gøtumanninum gingin út.
Tá vit fingu orðið á hann mánakvøldið, var tað sjálvandi ein fegin unglingi, sum vit prátaðu við, men hinvegin var eisini merkisvert, hvussu róligur hann var um alt hetta.
Sjálvur heldur hann, at tað síðani venjingarleguna hjá GÍ hevur verið roknað við, at okkurt fór at henda.
Geir Lange, sum í fleiri ár hevur rætt GÍ eina hjálpandi hond í fyrireikingunum av venjingarlegu teirra, hevur seinastu 18 árini starvast sum sonevndur talentspeidari. Geir segði tá frá, at hann so avgjørt helt møguleikar vera í fótbóltsevnunum hjá Súna, og síðani hava Geir og mammubeiggi Súna, Pauli Jarnskor, arbeitt við málinum. Eitt arbeiði, sum í fyrsta umfari var liðugt mánakvøldið, tá GÍ og hollendska felagið samdust um treytirnar fyri spælaraskiftið..
Finna seg til rættis
Fyrstu tíðina í felagnum fer Súni ivaleyst at nýta til at finna seg til rættis í nýggja umhvørvinum.
- Tá eg var og royndarvandi, búi eg hjá einum húski har niðri, og har skal eg so búgva fyrstu tíðina. Í desember mánaði fái eg so væntandi egna íbúð, sigur ungi gøtumaðurin.
Sostatt er líkt til, at døgurðin stendur á borðinum fyrstu tíðina í øllum førum, men eru tey heima heilt trygg við at lata sonin fara uttanlands at royna seg.
- Ja, eg haldi meg kunna siga, at øll heima hjá okkum eru sera spent um hetta. Ikki minst pápi mín, sum alla tíðina hevur eggjað mær til, so frá teirra síðu er als eingin trupulleiki,sigur Súni at enda.
Vónandi verður tað heldur ikki nakar trupulleiki hjá Súna at finna seg til rættis í nýggja fótbóltsumhvørvinum. Gongst nóg skjótt við hesum, er einki at ivast í, at vit innan stutta tíð hava enn eitt nýtt andlit á fótbóltslandsliði okkara. Eitt andlit, sum mong halda longu skuldi verið í hópinum hjá Allani Simonsen.