Súni sær svart upp á tað

Skaðar eru orsøkin til, at gøtumaðurin í KÍ mest sannlíkt ikki fer at spæla sunnudagin

Ársins dystur higartil í landskappingini verður sunnudagin, tá ið Víkingur, sum er næstfremst, fær vitjan av KÍ, sum er eitt stig frammanfyri Víking og harvið er topplið.

 

Tá ið KÍ sunnudagin tapti 2-0 á útivølli ímóti NSÍ, var Súni Olsen alla tíðina á KÍ beinkinum. Í Vikuskiftissosialinum er undanumrøða av 23. umfari í Effo-deildini, sum verður sunnudagin.

 

Súni Olsen sigur í blaðnum, at tað er lítið sannlíkt, at hann verður førur fyri at spæla, men hann vil ikki heilt avskriva møguleikan:

-Tað er langt til sunnudagin, so nú fáa vit at síggja, men sum støðan er í løtuni, so eri eg ikki førur fyri at spæla, sigur Súni Olsen.

 

Tað ber til at lesa meiri um, hvussu tey tíggju liðini eru fyri, og hvat tað verður roknað við, í vikusskiftisútgávuni av Sosialinum.