Súni slapp ikki upp í part

Súni var annars í gjár fyri fyrstu ferð aftaná skaðan við í hópinum hjá AaB, sum heima í Aalborg møtti AC Horsens. Tað var ongantíð ivi um, hvar betra liðið var, og teir gulu úr Horsens vórðu sendir til hús við lemjandi 4-0 tapi.

 

Jón Rói Jacobsen, ið somuleiðis leikar í AaB, er við at koma fyri seg eftir langan skaðasteðg. Hann spælir mest fyri eykaliðið, men sambært Jógvani Martin Olsen, so er verjuleikarin við at raka formin aftur.