Tað gongur einki serligt hjá teimum báðu føroysku landsliðsspælarunum at vinna sær pláss ímillum teir fyrstu ellivu á besta AaB liðnum. Um vikuskiftið átti Súni Olsen stóran leiklut á næstbesta liðnum. Hann verður sagdur at hava verið millum teir stinnastu, tá ið AaB í 2. deild vestur vann 3-1 á útivølli ímóti Vanløse. Súni Olsen átti málgevandi sendingina, tá ið AaB eftir hálvan tíma javnaði til 1-1, og miðskeiðis í 2. hálvleiki staðfesti hann við fínum máli 3-1 sigurin. Hetta var fyrsta ferðin í hesum kappingarárinum, at Vanløse tapti á heimavølli. Í superliguni fer AaB mánakvøldið at spæla á heimavølli ímóti Esbjerg.
LesarabrøvLesarabrøv