Súni steðgaði FCM

FC Midtjylland hevur verið í stórformi higartil í ár, og teir hava bjóðaða av í oddastríðnum. Í gjár megnaðu teir ikki at vinna ímóti botnliðnum Viborg, sum hevði Súna Olsen á vøllinum allar 90 minuttirnar. FC Midtjylland kom – sum væntað – á odda, men góðar 10 minuttir fyri tíð javnaði innskifti Muomaife fyri Viborg. Súni og teir liggja framvegis til niðurflyting – í løtuni 8 stig aftanfyri AGF á triðaftasta plássi.