Súni umhugsar at rýma

Verður talan ikki um meira spælitíð í AaB, ætlar føroyski landsliðsspælarin sær at leita til annað felag

Fótbóltur

 

Tríggir dystir á besta liðnum seinasta hálva kappingarárið. Tað er støðan hjá Súna Olsen, sum hevur sáttmála við AaB, sum er oddalið í donsku superliguni.

Og hóast góðu gongdina í felagnum, so er hetta ikki nøktandi hjá Súna Olsen. Og við heimasíðuna, www.bold.dk, sigur hann, at hann nú umhugsar framtíðina í felagnum.

- Eg passi arbeiðið hjá mær so væl, sum eg kann, men um tað ikki hendir okkurt næsta hálva árið, so leingi eg ikki sáttmálan við AaB, sigur Súni Olsen, sum hevur spælt tríggjar dystir á besta liðnum í heyst, men annars hevur spælt fyri 2. lið hjá AaB.

- Tríggir dystir eru ikki nóg gott fyri meg. Vit hava staðið okkum væl við 2. deildarliðnum, men mín ambitión er ikki at spæla í 2. deild. Eg vil spæla í toppinum, sigur Súni Olsen við bold.dk.

Í fjør summar longi Súni Olsen sátmálan, sum hann hevði við AaB. Hesin gongur út í komandi summar, og hevur spælarin soleiðis fritt at fara, um nýggjur sáttmáli ikki er gjørdur við AaB innan ta tíð.