Í kvøld spælir AaB dyst í donsku superliguni. Dysturin er ímóti botnliðnum AGF, og millum spælararnar, sum venjarin Erik Hamrén vil hava við, er føroyski landsliðsspælarin Súni Olsen. Hann var eisini við í seinasta dystinum hjá AaB, sum felagið vann 1-0. Jón Rói Jacobsen er ikki tøkur til dystin, tí hann stríðist við ein nýggjan skaða í knænum, og óvist er, nær hann verður førur fyri at spæla aftur. Hóast AaB ikki hevur vunnið meira enn ein dyst í ár, rósar venjarin spælarunum fyri innsatsin, tí liðið hevur bert tapt tríggjar av 16 dystum.