Sýningarnar lata upp aftur

Eftir at hús og framsýningar eru umvæld, hevur Náttúrugripasavnið aftur latið hurðarnar upp við stásiligum sýningum og nýggjum og áhugaverdum savnstilfari

Eftir at hava umvælt hús og framsýningar, er aftur veruliga komið skikkur á aftur á Náttúrugripasavninum.

Nú eru hurðarnar aftur opnar fyri vitjandi og eftir at bert sýningar á leysum veggum hava verið, eru nú aftur veggfastar sýnngar.


Grias

Fuglar, plantur og fiskar.

Og eisini løgnir fiskar.

Í 1997 kom undan kavi á Føroya Banka leiðini ein undarligur fiskur, ið fekk kelinavnið Grias. Ein sjáldsamur fiskur, sum ikki er í mongum eintøkum omanfyri vatnskorpuna kring knøttin.

Eisini eru onnur nýggj og forvitnislig savnsfyribrigdi at uppliva og hyggja at hjá vitjandi.

Ikki allir eru vakrir. T.d. er stóra Laksastyrjan at síggja. Hon sigst smakka væl betri, enn hon sær út og er til tíðir at fáa á gistingarhúsum í Føroyum.

Tað er Kristian Meitil, ið hevur gjørt framúr avstoypingarnar úr plasti av havsins íbúgvum. Hann var konservator, til hann fór frá fyri kortum.


Grindir

Hvalir og beinagrindir av hvalum eru komnar upp at hanga og tann risastóri skølturin av einum Augusti er eisini at síggja. Henda hava tey á Náttúrugripasavninum sjálvi fingið á savnið, eftir at Augusturin rak á land í Rituvík. Hetta er ein hannur, tí tað eru bert teir, ið eru á leiðini kring Føroyar.

Náttúrugripasavnið hevur um dagarnar eisini givið út plakatir og kalendara við fuglamyndum fyri 2001 og bókina Flora. Eisini ber til at vitja á heimasíðuni www.ngs.fo, har eisini listi er yvir plantur býttar upp eftir økijum, har tær vaksa í Føroyum. Eisini er ein nýggj planta, sum varð funnin í fjør, at síggja.

Uttanfyri savnið er eisini ein føroyskur botaniskur havi at síggja.


Greiða frá

Opið er gerandisdagar frá klokkan 11 til 16 á Náttúrugripasavninum. Tað kostar 20 krónur at koma innar, men skúlanæmingar sleppa ókeypis.

Tað eru lívfrøðislesandi á Fróðskaparsetrinum, ið greiða frá og vísa teim vitjandi runt á Náttúrugripasavninum.acute;larklárt, at danska stjórnin - tað hevur hon sagt - ynskir ikki, at Føroyar gerast sjálvstøðugar. Tí hevur tað eisini í samráðingunum verið roynt at forða fyri, at man kemur víðari við ætlanunum hjá landsstýrinum. Tí er samráðingarstøðan hjá landsstýrinum eisini truplari enn tann hjá donsku stjórnini.

-Í Føroyum hava vit ikki andstøðuflokkar, sum siga, at vit eiga at lata landsstýrið samráðast. Vit hava harafturímóti andstøðuflokkar, sum siga, at tað sum landsstýrið ger, er beinleiðis skeivt, og tað siga teir eisini við danskar politikarar og fjølmiðlar. Tað er tað, sum danska stjórnin kann brúka í síni samráðing: tá man fer til harðar samráðingar og har báðir partar hava sínar meiningar og ynski, so er samráðingarstøðan hjá donsku stjórnini sterk, tí hon hevur undirtøku frá flestu flokkum á fólkatingi - hinumegin er samráðingarstøðan hjá landsstýrinum veik, tí her heima er tað ein stórur partur av tí parlamentariska grundarlagnum, sum beinleiðis mótarbeiðir landsstýrinum í samráðingunum.

Tað merkir sigur landsstýrismaðurin víðari, at vóru føroyingar samdir í heildini, at man sjálvandi skal hava eina rímuliga skiftistíð, og at hetta er eitt rímuligt krav frá føroyingum, tí man nú tekur tí fullu ábyrgdina - vit hava eisini verið undir donskum valdi í 600 ár, og tí má man hava eina rímuliga umstillingartíð - so hevði Nyrup ongantíð gjørt tað, sum hann ger í løtuni.

Høgni Hoydal ivast tí ikki í, at hevði Nyrup fingið nóg sterk krøv úr Føroyum og nóg sterka fokusering uppá, hvat føroyingar halda vera rímuligt, so hevði hann heldur ikki spælt út við 4-5 árum.

-Sigur tú harvið, at tað er andstøðan, sum gevur donsku stjórnini trumfkort á hondina fyri at kunna ganga ímóti politikkinum hjá landsstýrinum?

-Eg skal ikki pástanda, at hon ger tað tilvitað, men parlamentariska støðan í Føroyum ger, at Nyrup kann brúkar nakrar trumfir, sum hann annars ikki hevði kunnað brúkt. Tað ger, at hann kann koma við heilt ógrundaðum útmeldingum uttan at hann fær nóg sterkt svar uppá tiltalu.

Hví spyr eingin Nyrup um, hví hann heldur 4-5 ár eru rímulig. Hvat liggur í boðskapinum hjá honum? Eru 4-5 ára skiftistíð rímulig fyri eitt land, sum nú vil vera sjálvstøðugt, meðan eitt land, sum ikki vil vera sjálvstøðugt skal bara hava pengar í allar ævir? Tað hava vit ikki fingið nakra skilagóða grundgeving fyri enn heldur landsstýrismaðurin.