Filminnstallasjónin Lejlighedsminder er at síggja í Norðurlandahúsinum fram til leygardagin.
Hildigunn Eyðfinsdóttir og Katrin Ottarsdóttir hava gjørt verkið.
Lejlighedsminder er ein filminstallasjón uppbygd sum ein íbúðarpallmynd, har fimm stuttir filmar koyra í ring í hvør sínum rúmi. Hvør filmur vísir eina unga kvinnu, sum verður órógvað í sínum gerandisdegi av óunniligum barnaminnum, sum troðka seg inn á hana og yvirtaka sinni hennara.
Sum áskoðari kanst tú ganga úr einum rúmi í annað, og tú gert sjálv(ur) av í hvørjari raðfylgju tú hyggur at filmunum, og um tú vilt síggja teir í brotum ella í fullari longd og hvussu ofta tú hyggur at hvørjum filmi. Filmarnir eru í hvør sínum rúmi, men ljóðið frá øllum filmunum hoyrist alla tíðina allastaðni, og við tað, at filmarnir eru ymiskir til longdar, er upplivingin nýggj og øðrvísi, hvørja ferð tú kemur aftur til eitt av rúmunum.
Filmarnir eru hvør sær seks til átta minuttir til longdar. Talan í filmunum er á donskum.
Filminstallasjónin kann vera eitt óunniligt upplivilsi og er tískil ikki egnað fyri børn.