Á kommunuvalinum 2004 gjørdi listi B-Sambandsflokkurin onki serligt val. Flokkurin fekk bert 1899 atkvøður, ið er 18%. Av hesum fekk Heðin Mortensen 667 persónligar atkvøður, hann fekk nógv flestar atkvøður á sambandslistanum. Flokkurin var minkaður nógv í mun til valið í 2000, tá fekk flokkurin 2353 atkvøður, ið er 25%. Heðin Mortensen fekk 630 persónligar atkvøður og gjørdist toppskorari fyri flokkin.
Profilurin hjá Sambandsflokkinum, Heðin Mortensen, stillaði fyrstu fer upp til kommunuvalið fyri Sambandsflokkin í 1988 og kom inn fyri flokkin saman við Lisbeth Petersen. Ikki kann sigast annað enn, at hetta varð eitt kupp fyri Sambandsflokkin at hava fingið Heðin á listan. Hann varð jú ein gomul rotta innan kommunupolitik, hann kom inn í býráðið fyrstu ferð í 1972, maðurin var ein sannur stemmuslúkari.
At Heðin Mortensen var ein stemmuslúkari hóvaði kanska ikki øllum í Sambandsflokkinum. Gamli klanurin í Suðurstreymi og aðrar kreftir í Sambandsflokkinum tóku fegin ímóti atkvøðunum frá Heðini, men politiskt vald skuldi hann ikki fáa. Hann varð ein hóttan ímóti teimum gomlu konservativu og afturhaldsinnaðu kreftunum í flokkinum.
Nú er so úrslitið fyri kommunuvalið 2008 alment, ikki kann sigast annað enn at listi B-Sambandsflokkurin, hevur fingið ein lemjandi dóm. 1150 atkvøður, ið er 11%, og eitt umboð í býráðið í Tórshavnar Kommunu.
Argastu mótstøðufólkini hjá Heðini, tey sum altíð hildu orð, sum ikki lupu frá gjørdum avtalum, vóru moralurin sjálvur og skuldu tryggja Sambandsflokkinum eina bjarta framtíð eru vekk. Beate L. Samuelsen og Høgni Mikkelsen vórðu ikki afturvald, hóast tey fingu 13 á moralsku stigatalvuni.
Nú kann ein so spyrja, hvør vann, og um stríðið aftan á kommunuvalið 2004 ikki hevur kostað Sambandsflokkinum dýrt?
Jú ongin ivi um tað, Heðin Mortensen er sigursharri, og tað at hann vildi í samgongu við Tjóðveldi og við hesum tryggja Sambandsflokkinum bæði borgarstjóran og fleiri týðandi nevndarsessir, var tað rætta valið er onki at ivast í. Hetta vildu Beate og Høgni ikki, tey høvdu lovað Jan Christiansen sín stuðul, hann skuldi verða borgarstjóri og Sambandsflokkurin fekk so at siga einki vald.
Fólkið hevur talað við kommunuvalið í 2008, listi B fekk 11%. Henda afturgongd skyldast persónsstríði og vánaligum politiskum taktikki. Sambandflokkurin manglar profilar og samanhald. Politikum klandri og persónligum stríði hava vit ikki brúk fyri í framtíðini. Skulu vit hava bara eitt nøkulunda kommunuval í 2012, mugu vit standa saman og fylkjast um flokkin serliga í mótgongd.
Málið fyri kommunuvalið 2012 má verða minst 25-30% av atkvøðunum til lista B- Sambandsflokkin, hesum máli røkka vit við at standa saman og draga somu línu.