Livst so spyrst, tí summarsins løtur vóru signaðar um ártúsundskiftið av landsins umboðsfólki, og alt føroyafólk skuldi hava møguleika fyri at síggja heimin við egnu eygum. Tignirnar úr Tinganesi lækkaðu skattin til frama fyri hvørjum pengapungi, og bankarnir tóku skjótt undir við hesum sera skemtiliga leiki, tí pengarnir vuksu hóast alt á trøunum, so tað var bara at taka so nógv einum lysti. Vit takkaðu øll gávumildu monnunum fyri blíðskapin og settu okkum væl til rættis í flogfarið.
Flogtúrurin
Bæði flogskipari og stýrimaður, saman við vøkru flogternunum, bjóðaðu føroyafólki umborð á skjóttgangandi fuglin. Tað var ikki heilt greitt, í hvørja ætt flúgvarin skuldi flúgva, tí flogskipari og manning kundu ikki semjast um tað, men ferðafólkið skuldi ikki stúra: upp, upp, upp skuldu tey fara. Og flogskiparin helt síni vísdómsorð. Stálfuglurin lyftist spakuliga í dýrdini, og ferðafólkini byrjaðu at kenna á sær, at snútin gekk støðugt uppeftir. Men ferðin var ikki nóg skjót fyri summi av ferðafólkunum, og tey funnu útav, at tað bar til at geara við pengunum, tvs. um ein lánti 100.000. kr. kundi hann geara pengarnar tíggju ferðir. Viðkomandi kundi gerast millióningur frá degi til dags, ella enn betri: hann kundi skriva milliónina á roknskapin hjá fyritøkuni, tí um hann gearaði pengarnar hjá fyritøkuni, kundi hann gerast tíggjutalsmillióningur uppá ein dag! Henda hugburðsbroyting smittaði sum sót gjøgnum luftskipanina, so flogskipari og manning noyddust at seta ferðina upp.
Cockpit
Í cockpittinum var semja um, at flogskiparin skuldi flúgva í einari hægri hædd, tí rúsurin sum ferðafólkið fekk, kundi gerast alt avgerandi, um tey valdu somu flogmanning aftur ella ikki. Hvussu tey skuldu røkka hægru hæddina var tó eingin semja um. Flogskiparin hevði eina meining, meðan stýrimenninir og tornið eina aðra. Tó hoyrdist okkurt himprandi ljóð, at flogfarið ikki var egnað til at flúgva hægri uppi, tí trýstið gjørdist ov stórt og órealistiskt, men tað køvdist av málageipanini úr cockpittinum. Flogskiparin gjørdi tað, sum hann var valdur til, og leiðin gekk upp, upp, upp.
Veðurvánirnar
Veðrið í høgu hæddini var vakurt, og hugdi ferðafólkið út gjøgnum vindeygað, var eingin endi á bjørtu útlitunum. Gull og bláir gimsteinar vóru at síggja, og varðveitti flogfarið skilaleysu hækkingina, kundi dýrgriparnir gerast privatogn. Men brádliga kom ein harður turbulensur úr Amerika, og vend kom í holuna. Skjóttgangandi snútin byrjaði at ganga niðureftir, og ferðafólkið hugdi bangið at hvørjum øðrum. Hvat var hatta fyri nakað? Yvirnatúrliga atmosferan, sum trúði, at alt læt seg gera, hvarv. Ferðin undan brekku gekk harðliga fyri seg, og summi av ferðafólkunum mistu bæði arbeiði og pengar, tí tey høvdu gloymt veruleikan burtur og lótu seg lokka av gulli og grønum skógum. Men røddin á flogskiparanum hoyrdist úr hátalaranum, og boðini vóru ikki sissandi: motorurin var farin og flogfarið manglaði olju. Manningin var tó vand til slíkar støður, so ferðafólkini skuldu bara taka tað við ró, og røddin hvarv aftur. Ella tað trúði flogskiparin. Mikrofonin var tendrað, og ferðafólkini hoyrdu, hvussu svár støðan veruliga var. “Kreppa, arbeiðsloysi, skerjingar.”
Hvørki flogskipari, stýrimenn ella torn kundu semjast um, hvussu tey skuldu loysa trupulleikan, tí har fanst eingin felags loysn. Manningin hugsaði bara um seg sjálva, og hvat var best fyri seg og sítt ferðafólk. Meiningarnar vóru ymiskar millum alla manningina, og ferðafólkið hoyrdi, hvussu fólkið í cockpittinum bardist fyri tí einstaka. Tískil broyttist hugnaligi hugburðurin, og ferðafólkini byrjaðu at verja einstøku persónarnar, ið høvdu ábyrgd av flogfarinum.
Ábyrgd
Men hyggur ferðafólkið út gjøgnum vindeyga, síggja tey, at skínandi gimsteinarnir eru horvnir, og tey gráu og illfýsnu skýggini gapa eftir teimum. Flogmanningin hevur ábyrgdina av, at flogfarið kemur so snikkaleyst gjøgnum turbulensin sum møguligt, og tað merkir, at álitisfólkini draga somu línu. Varðveitir manningin fjølbroytta og ymiska hugburðin, draga teir ikki bara seg sjálvar, men alt ferðafólkið, í dapra og myrka tíðarholið. Tískil áttu teir at lagt alla sína orku - ístaðin fyri at brúka tíðina uppá banalitetir og privatmál - í at rætta róðrið uppaftur. Manningin er vald av føroyafólki, og tískil áttu álitisfólkini at verið nóg búgvin til at handfara álvarsama málið. Men trupulleikin liggur kanska eins nógv á krøvunum, sum verða sett til flogfólkið, tí um tey ikki hava nóg góða útbúgving til at flúgva, eru tey ikki egnaði til tað. Tað er ein erlig sak. Vit mugu tó vísa ábyrgdarfólkunum álit og vóna, at tey megna at broyta støðuna, uttan at tað ávirkar ungdómin. Sama hvat og ikki, neyðloysnir eru aldri hugaligar, og onkur verður altíð noyddur at gjalda fyri sparsomu hondina. Men vit hava tíðina á okkara síðu, og einasta, sum verður kravt av flogmanningini, er at teir taka sær um reiggj og arbeiða saman. Er tað eitt ovurstórt krav? Eitt er tó vist, tað hjálpir ikki at sita hendur í favn og rópa:
- S.O.S. Turbulensur hevur rakt flogfarið, hvat gera vit nú?